Ein av stóru slóðarunum er slóknaður

Ein av stóru undangongumonnunum í nútímans tónleikinum, er deyður

 Amerikanski rocktónleikarin, tann legendariski, Chuck Berry, er deyðyr 90 ára gamal.

 

Tað boða nógvir av heimsins fjølmiðlum frá í kvøld.

 

Chuck Berry er tónaskaldið sum gav okkum ódeyðiligar klassikarar sum "Johnny B. Goode, "Memphis Tennesee" og aðrar, og hann var ein av stóru fyrimyndunum hjá nógvum rocktónleikarunum, ið síðani hava verið, og tað eru summi ið vilja vera við, at hann er sjálvur upprunin til rocktónleikin.

 

Útlendskir miðlar skriva, at løgreglan varð boðsend til eini hús í Missouri, har ein maður var funnin lívleysur. Tey royndi at fáa lív í hann aftur, men hann stóð ikki til at bjarga, og síðani løgreglan váttað, at talan var um Chuck Berry.

 

Trýst á pílin á myndini og hoyr hann spæla eitt av sínum allarkendastu sangum