Hóast tað mest sum varð roknað við tí, so tók tað rættuliga í teg, tá tað spurdist, at nú var Klæmint fluttur av foldum. Nógv fólk kom saman til jarðarferðina, og lýsingarnar av Klæminti vóru meistarliga hjá soninum, abbasoninum og av Ingvardi Joensen. Hesin seinasti nýtti myndina, at nú Klæmint var farin, kendi hann tað, sum tá Tórshavnar Radio plagdi at ávara skip og bátar um at ansa eftir, tí vitin t.d. í Mykineshólmi, í Akrabyrgi ella á Borðuni var slóknaður.
Klæmint var ein viti í okkara bygd. Hann var fjøltáttaður, og hann lýsti á so mongum økjum og á so mangan hátt. Tá fólkatalið í nógvum bygdum av álvara tók at minka eftir kríggið, var Leirvík millum tær, sum vóru ringast fyri. Umstøðurnar at vinna til lívsins uppihald vóru betraðar. Eingin fer at mótmæla, tá vit siga, at tað fyrst og fremst var Klæmint Eliasen, sum gekk undan, tá tað ráddi um at skapa fyritreytir hjá fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og ikki minst hjá útróðrinum, sum alla síðstu øld var høvuðsinntøkukeldan í bygdini og sum framvegis hevur so sera stóran týdning her hjá okkum.
Tíðin rennur sum streymur í á. Tað er so skjótt, at tað, sum er avgerandi fyri lívið og trivnaðin í nútíðini, ikki sæst ella ikki verður rætt skattað av eftirtíðini. Tey yngru kendu ikki Klæmint á sama hátt sum tey, ið nú eru gott og væl tilkomin. Tey seinastu árini tókst hann mest við seyð og tað, sum hoyrir til í tí sambandinum. Náttúruni hevði hann altíð stóran áhuga fyri, og við sínum stóra viti og skili dugdi hann eisini á tí økinum at gera frá sær og harvið at birta undir áhugan hjá øðrum. Hann plagdi at taka til, at um hann gjørdist gamal, so skuldi hann brúka tíðina til at lesa og velta í. Tíverri fekk hann trupulleikar við rygginum og eygunum. Men tað forðaði honum ikki at vera góður við kríatúrini, og tey vóru góð við hann.
Familjan
Nakrar vetrar í nítiárunum var ættargransking í kvøldskúlanum í Leirvík. Í sær sjálvum var hetta hugaligt, og tað var serliga hugaligt, tá Klæmint og konan komu á gátt, og vit yngru kundu sita undir og lurta eftir stóra innlitinum hjá teimum.
Klæmint Eliasen, sum var borin í heim 25. mai í 1917 og doyði 6. desember 2000, var leirvíkingur. Pápin var Jóan Petur á Regni. Hann var ættaður úr Hússtovu í Mikladali, men kom sum smádrongur til Leirvíkar at vaksa upp. Mamman, Sofía, var ættað úr Heiðrikssovu her í bygdini. Tey búsettust á Regni og fingu sjey børn ? fimm dreingir og tvær gentur. Genturnar hava nátt høgan aldur. Lena býr í Leirvík, og Ingrid, sum giftist út á Skála.
Dreingirnir búsettust í Leirvík. Theodor er tann einasti, sum er eftir. Umframt Klæmint vóru hinir Jústinus, sum bara var umleið 30 ára gamal, tá boð vóru eftir honum í 1946, Hilmar og Elias ella Sjúrða Lias, sum hann varð kallaður. Navnið hevði hann, tí hann sum smádrongur var so nógv hjá einum, ið æt Sjúrður.
Klæmint plagdi at siga, at hann hevði ein so óføran bakk. Tey tóktust so sera góð, Hanna og Klæmint, og tann, sum kennir Honnu, hevur ikki ilt við at skilja, hvar Klæmint var, tá hann tosðai um tann góða bakkin. Tað var týðuligt, at Klæminti líkaði, at so nógv, sum tað bar til av tí, sum hann var uppií, gekk fyri seg heima við hús. Køkurin og stovan hjá Honnu vóru ofta karmurin um tað, sum hevði við turkihús, skip og bátar, og kommununa og so mangt annað at gera. Tá tað er soleiðis, kemur tað væl við at hava eina skilagóða og gestablíða konu. Soleiðis hevur Hann altíð verið.
Hann er ættað úr Leirvík. Hon er dóttur Jóhannes Johannesen ella Leirvíks Jóannes, sum hann varð nevndur. Hann var reiðari, hevði turkihús og var tiltikin fyri at hava eina rúgvu av hugskotum og at royna nýggjar leiðir, sum ? um enn ikki til hann sjálvur ? so løgdu lunnar undir framtíðar virksemi og inntøkur. Kona Jóannes var úr Lamba. Hon æt Kristianna og var av Kinn. Hon tók læraraprógv í 1899 og var lærarinna í Fuglafirði, Leirvík og á Hellunum inntil í 1910, tá hon í eitt ár bara var lærarinna í Leirvík. Hon fór úr starvinum 31. juli í 1911, men meðan hon røkti sítt pláss í heiminum, vóru onkuntíð boð eftir henni í skúlanum. Eftir summarfrítíðina í 1922, tá gamli lærarin var burturfrá, var Kristianna í skúlanum fyri hann. Hon hevði bara verið har nakrar heilt fáar dagar, tá hon legðist við lungnabruna, og so doyði hon. Jóannes sat eftir við fimm børnum, og Hann var átta ára gomul.
Hanna og Klæmint fingu fimm børn. Kristianna var 37 ára gomul, tá hon á hásumri í 1982 doyði frá manni og tveimum smágentum. Tað tók allari familjuni og ikki minst foreldrunum dygt. Jústinus, Jóannes og Sofía búgva í Leirvík, og Jórun býr í Noregi.
Lívsstarvið
Sum allir aðrir dreingir, so søkti Klæmint sjógvin, tá hann var so frægur. Undir krígnum sigldi hann við Skálabergi, har hann var fýrbøtari. Upp undir endan á krígnum keyptu hann og brøðurnir 30 tonsaran Viðarnes. Christian Holm hevði frammanundan átt bátin. Hann hevði brúkt hann í sambandi við oljusøluna, sum tá var rættuliga nýggj. Seinni varð báturin seldur til Hvannasunds, har teir róðu út við honum.
Bæði á Viðarnesi og Sigatindi, sum Klæmint og Lias áttu, var Lias formaður. Klæmint var útróðrarmaður, men eftir syndarliga tilburðin, tá beiggin, Jústinus, fórst, var hann lítið og einki burtur. Teir vóru á Bankanum, tá Jústinus kom fastur í uppstandaran og fór fyri borð. Teir gjørdu enda á Klæmint, sum leyp eftir beiggjanum. Tað eydnaðist honum at fáa fatur á Jústinusi, men tá var hann deyður. Soleiðis er lagnan. Jústinus hevði verið við Coronet, tá hon slongdist motorleys og róðurleys í Norðuratlantshavi. Tað varð roknað við, at teir ikki fóru at bera boð í bý, men loggið hjá teimum var ikki runnið. Teir endaðu í Amerika og komu afturíaftur í øllum góðum. Henda góðveðursdagin á Føroya Banka í 1946 vóru boð eftir Jústinusi. Og tað var ein stórur smeitur.
Skjótt eftir kríggið fóru Klæmint og Lias undir at byggja turkihúsið, og miðskeiðis í fimti árunum fingu teir Sigatind. Teir keyptu hann av Skála, har hann hevði havt navnið Skálafossur. Báturin varð endurnýggjaður, og hann var í sama reiðarínum í meira enn eina fjórðingsøld. Lias, sum hevði verið við vágssluppini Gunhild, førdi Sigatind øll árini. Klæmint var reiðari, og harafturat var hann stjóri í Turkihúsinum.
At siga at Klæmint var stjóri vil ikki siga, at hann gekk pyntaður og sat á skrivstovukrakkinum. Hann var klæddur sum aðrir arbeiðsmenn. Tað varð ikki hugsað nógv um klokku og um tímar ella um stóra fasta løn. Tað ráddi um at fáa raksturin at bera seg. Klæmint rópti ikki nógv, men millum leirvíkingar var eingin ivi um, hvør tað var, sum stóð fyri. Við síni lítillætnu og spakligu medferð og síni djúpu rødd gekk hann millum fólkið og legði til rættis við stórum myndugleika.
Tað er ivaleyst ofta soleiðis, at tá onkur heldur seg hava okkurt týdningarmikið upp á hjarta, so verður meiri megi løgd í røddina. Hjá Klæminti tóktist tað at vera tvørturímóti. Hann gjørdist uppaftur lágmæltari, og fólkið líka sum toygdi seg fyri at fáa við, hvat tað var, sum hann hevði at siga.
Omanfyri varð nevnt, at nógv orka varð løgd í at fáa raksturin av virkinum at bera seg. Tað er rætt, men so skal leggjast afturat, at vit, sum í dag eru tilkomin, minnast væl, at í turkhúsinum varð eisini víst sosialt fyrilit. Tá tey ungu fóru úr skúlanum, vóru tey so at siga altíð eitt skifti í turkihúsinum, og Klæmint hevði gott eyga fyri, hvørji vóru serliga treingjandi í fimti árunum, tá tíðirnar vóru vánaligar.
Miðskeiðis í fimti árunum fekk bygdin ? sum ein tann fyrsta í landinum ? flakavirki. Útróðrarbátarnir, sum mundu vera einir tíggju í tali, og tað mesta av bygdarfólkinum stóð aftanfyri, og Klæmint var ein av undangongumonnunum.
Seinnapartin av fimti árunum og upp í seksti árini var nógv sildaarbeiði. Sigatindur og fleiri aðrir bátar í Leirvík vóru á sild. Fleiri sjakk løgdu sild um, og Klæmint skipaði fyri hjá Sigatindi.
Tað varð nevnt, at útróðurin hevur havt serligan týdning fyri bygdarsamfelagið í Leirvík. Tá tað lógu umleið tíggju útróðrarbátar við kai og egndu, og tá tað vóru einir tíggju menn umborð á hvørjum bátinum, sigur tað seg sjálvt, at flestu húskini í bygdini áttu onkran har.
Klæmint gekk undan, tá tað varð syrgt fyri at gera nakað ítøkiligt við at betra umstøðurnar at egna. Í sambandi við útbygging av flakavirkinum Frost bygdi virkið egningarskúrar við frystirúmum til hvønn skúrin. Skúrarnir hava verið brúktir stútt og støðugt, og teir hava havt ómetaligan týdning fyri útróðurin og harvið fyri alla bygdina.
Uppi í so nógvum
Tað er einki at siga til, at ein sovorðin álitismaður sum Klæmint varð valdur í kommunustýrið. Har var hann í átjan ár, og hann var formaður í níggju ár. Klæmint var heilur, har hann var, og í Leirvík er tað kent, at Klæmint var undangongumaðurin, tá talan var um havnaútbygging. Hann dugdi væl at hava við fólk at gera, og tað er eingin loyna, at tað kom væl við hjá leirvíkingum, at tað var eitt serligt álitisforhold millum Klæmint og Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing.
Áðrenn aldurin rættuliga fór at tyngja, slapp Klæmint sær burtur úr Frost. Hann var nevndarlimur í Fiskasøluni, har hann eisini var formaður, og hann var eisini frammarlaga í Sildasøluni. Eftir at hann hevði lagt frá sær, hevði Fiskasølan ofta boð eftir honum. Hann tók sær serliga av samskiftinum við portugisarar. Bæði tá teir keyptu fisk, og tá talan var um reklamatiónir frá teimum. Í hesum sambandi ferðaðist Klæmint eitt sindur, og tað var ikki minst áhugavert at tosa við hann um upplivingar á hesum ferðunum og at hoyra hann seta tað, sum hann sjálvur hevði verið úti fyri, í eitt størri høpi.
Klæmint vitnaði, at hann sum ungur var komin til persónliga trúgv. Hann var álitismaður í Hebron til tað síðsta. Tað var hagani, at hann varð borin út til sítt seinasta hvíldarstað. Leirvíkingar taka undir við, at við Klæminti er ein av teimum stóru vitunum slóknaður, og eg ivist einki í, at tey eru mong kring landið, sum hittu og kendu Klæmint, sum halda við okkum.
Ærað verði minnið um undangongumannin og heiðursmannin Klæmint Eliasen.
Ólavur Heinesen