Ein 25 ára gamal maður er deyður, eftir at hann í gjárkvøldið varð raktur av skotum í býnum Borlänge í Dalerna í Svøríki.
Tað skrivar Aftonbladet.
Umframt tann deyða er ein annar maður koyrdur á sjúrkahús illa skaddur.
Skotbardagin fór fram í einum íbúðarøki norðan fyri Borlänge stutt eftir midnátt,
Málið verður kannað sum morð og morðroynd.
Svenskir myndugleikar upplýstu stutt eftir tíðindastovuni TT, at tríggir persónar vórðu sendir á sjúkrahús.
Løgreglan upplýsti tó stutt eftir, at talan bara var um tveir persónar.
– Tveir persónar eru sendir á sjúkrahús. Eingin annar varð skaddur av tilburðinum. Tann triðji persónurin, um so má vera, er eitt vitni ella persónur í skelki, segði talsmaðurin Olle Lund um eitt tíðina í nátt.
Løgreglan hevur sperrað økið, har skottilburðurin fór fram.
/ritzau/