- Vit fóru niður til Danmarkar fyri at menna okkara tónleikaevni. Vit satsaðu stutt sagt upp á tónleikin.
Og tað má sigast, at tað lønti seg. The Dreams hava uppnátt stjørnustatus, ikki bara her heima í Føroyum, men eisini í Danmark.
- Vit føldu, at vit kláraðu tað OK í Føroyum, men vistu samstundis, at skuldu vit víðari, máttu vit sleppa út um landoddarnar, siga teir fýra, Eirikur G. C. Andersen, Heini G. C. Andersen, Hans Edward Andreasen og Heini Mortensen.
Tað skuldi eitt sindur av hepni og tilvild til, fyri at dreymarnir hjá The Dreams gingu út.
- Vit vóru við í tónleikakappingini Global Battle of the Bands, og har var ein av dómarunum Chief 1, ella Lars Pedersen, sum hann veruliga eitur. Og hóast vit bert gjørdust nummar trý, so høvdu vit okkurt, sum fangaði áhugan hjá Chief 1, og vit hava so arbeitt saman líka síðani, siga teir í The Dreams.
Teir fóru síðani undir at arbeiða við einari fløguútgávu, og tað var fyri at promovera hesa, at teir tóku lut í Melodi Grand Prix.
At bólkurin er á veg fram, er eingin ivi um. Men teir eru ikki millióningar.
Vit liva av tónleikinum, men vit hava ongar pengar, staðfesta teir fýra.
Ávirka fólk
At tónleikur hevur stóra ávirkan á fólk er ein kend søk. Og har hava The Dreams eisini fingið sjón fyri søgn.
- Vit fáa nógv brøv og e-mails hvønn einasta dag frá ungum, sum lurta eftir okkara tónleiki. Og tað kann ofta vera ung, sum á ein ella annan hátt hava sálarligar trupulleikar, siga teir í The Dreams.
Dømi kunnu vera um, at boðini eru »tit hava veruliga hjálpt mær« og enntá »tit hava bjargað lívinum hjá mær«.
- Tað kann virka eitt sindur óhugnaligt viðhvørt. Vit merkja væl, at sangirnir ávirka fólk, men vit merkja ikki, at tað er upp á ein negativan máta, siga The Dreams.
Tað er fyrst og fremst danska fløgan »Den nye by«, sum er frammi, og tað er fyrst og fremst frá donskum ungum, at bólkurin fær tær mongu afturmeldingarnar.
Men hóast føroyski ungdómurin altso ikki er so dúligur at skriva til The Dreams, so er bólkurin kortini sera væl umtóktur í Føroyum.
- Vit merkja stóran mun á móttøkuni hesaferð í mun til seinast, vit vóru í Føroyum. Á Summar Festivalinum sótu vit hálvanannan tíma og skrivaðu autografar, siga teir fýra.
Og tað eru vánir fyri, tí sjálvt her í Miðlahúsinum nýttu tvær mammur høvið at fáa autografar frá ungu monnunum – til børn síni.
Nýggj fløga á veg
The Dreams er heima í Føroyum í sambandi við Summar Festivalin, og fara av landinum aftur í morgin.
Í dag fara teir á eina rundferð í Havn við Snodda hjá Sosialinum, har teir fara at vitja støð, har teir hava spælt, umframt upptøkuhøli. Hetta er ein liður í framleiðsluni av einum videolag, sum teir eru í ferð við at gera.
- Vit hava gjørt eitt videolag niðri og vóna, at tað kemur út í hesum mánaðinum. Vit eru so í holt við eitt nýtt videolag, og vit hava bæði upptøkumann og myndakvinnu við okkum til endamálið, siga teir í The Dreams.
Aftrat hesum eru teir í ferð við at gera eina DVD, har eitt nú upptøkurnar frá Summar Festivalinum verða ein partur.
Umframt hetta hava teir eisini gjørt upptøkur í Saksun og Klaksvík.
Við síðuna av hesum útgávunum spæla teir til hópin av konsertum.
- Vit eru bookaðir árið út, og spæla meiri enn í vikuskiftunum. Tíbetur kunnu vit konsentrera okkum um at spæla, tí Chief 1 tekur sær av øllum øðrum í sambandi við bólkin, siga Eirikur, Heini Hans Edward og Heini, sum altso venda nøsina aftur móti íbúðini í Søborg, sum er ein lítil býarpartur í Gladsaxe í Keypmannahavn.