Ein dýrur biltúrur í Havn

Hann fær revsing og skal rinda endurgjald

Í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend, eftir eitt ferðsluóhapp á Velbastaðvegnum í Havn.

Ein bilførari hevði koyrt á ein lyktapela hjá kommununi, men tá ið løgreglan kom á staðið at útgreina málið, vísti tað seg, at bilførarin hevði einki koyrikort og tað verðrur hann ákærdur fyri.

 

Harafturat var bilurin ikki skøddur eftir forskriftunum og tað fær bilførarin bót fyri.

Hann skal eisini vænta sær endurgjaldskrav fyri lyktapelan, sum fekk skaða í óhappinum.