Ein dystur í kvøld

Ein flogbóltsdystur í bestu kvinnudeildini verður leiktur mikukvøldið. Júst hesi bæði liðini hittust annars á Kambsdali um vikuskiftið, og tá gjørdist tað Dráttur, sum vann ein 3-0 sigur, tó at talan í øllum trimum førunum var um sera jøvn sett.
Spurningurin er so, hvørt Dráttur megnar at stríða seg til eina endurtøku av hesum mikukvøldið. Gera tær tað, so eru bert tvey stig upp til oddaliðini bæði, og so er einki at ivast í, at flogbóltsfepurin á Vágoynni fer at hækka nøkur stig.
Sambært skipanini verður dysturin leiktur kl. 19.15.