Signar P. Heinesen
Fíggjarlógin er ein av høvuðsstuðlunum undir praktiska politikkinum. Fíggjarlógin er tann lógin, sum í smálutum stingur út í kortið, hvat vit vilja.
Til tess at røkka endamálinum við lógini, skal fíggjarlógarteksturin og tey tøl, sum liggja aftanfyri vera væl umhugsað og helst skal eingin villa vera í.
Búskaparstýring er ikki eitt mál í sjálvum sær, men búskaparstýringin ber boð um, hvussu væl vit megna at húsast við tí tilfeingi, sum okkum er litið til og okkara evni til at velta burturúr nýggjum. Viðgerðin av fíggjarlógini gevur tí eina samlaða ábending um, hvussu effektivt landsins stýri er.
Fíggjarlógarviðgerðin hesuferð
Úslitið hesuferð ber ikki boð um, at nøkur breið politisk viðgerð av fíggjarlógunum tey seinnu árini er farin fram. Heldur ber hendan framløgan boð um, at politisk talv eru leikt úti millum tingmenn og landsstýrismenn og umsitingina, sum hava fingið fíggjarligar avleiðingar - men uttanum fíggjarlógarviðgerðina.
Sagt við øðrum orðum, so bendir hendan fíggjarlógin á, at uppgávan hjá fíggarmálaráðharranum er at kalla ómøgulig í praksis. Hann gerst ein Ramboo-figurur, sum einsamallur skal føra kríggj móti einum heilum heri av politikarum og embætisfólki við øðrum áhugamálum. Í hesum døgum uppliva vit, at fjølmiðlar ókritiskt útloysa vápn, sum verða sett fram, til tess at karaktermyrða fíggjarmálaráðharran og annars at gera fíggjarlógarviðgerðina væl truplari enn neyðugt.
Soleiðis, sum eg havi fingið fatan av tí, er tó einki, sum bendir á, at ov lítil peningur er til taks. Tað man vera mikið gott, at vit fingu skarvað hasar 366 mió. kr. av blokkstuðlinum, tí annars var helst størri parturin av teimum pengunum eisini settur í umfarð - hetta neyvan til gagns fyri land og fólk uppá sikt.
At viðgerðin av fíggjarlógini hesuferð er ørkymlandi hoyra vit, tá ið bæði andstøðupolitikarar og samgongupolitikarar gremja seg um, at teir vita ikki rættiliga, hvat verður av teimum pengunum, sum fara til hækkaðar játtanir í ymsum verkum.
"Livet i løgn" fyri opnum skýggja
Tann stóri vandin í sambandi við fíggjarlógina er, um "livet i løgn" gerst ein partur av fíggjarlógarviðgerðini.
Fyri nøkrum døgum síðani sóu vit tveir landsstýrismenn, sum søgdu hvør sína søgu um vantandi játtan til postverkið. Sum veljari kann eg staðfesta, at minst annar av hesum landsstýrismonnum segði beinleiðis ósatt. Sum veljari eri eg tí noyddur at gita sum frægast.
Hóast eg ikki ivist í viljanum til gott verk, so veit eg um annan landsstýrismannin, at hansara nærmasti ráðgevi alment hevur sagt ósatt tvær ferðir, tað eg veit um - og landsstýrismaðurin hevur góðtikið tað báðar ferðir. Fyrru ferð sum løgtingsmaður við floksfelaga í landsstýrinum og aðru ferð sum landsstýrismaður. Um hin haldi eg meg vita, at honum ikki nýtist ósannindi ella ósanna atferð, og at hann roynir at útinna politikk eftir bestu sannføring. Annað, sum er komið alment fram, gevur mær somu fatan.
Persónar ella "system"
Eru tað persónarnir, sum ikki eru búnir til uppgávuna, ella er tað skipanin sjálv, sum er skeivt samansett - tað, vit ofta nevna "systemfeilur". Hetta er ein høvuðsspurningur fyri okkum veljarar, sum hava evstu ábyrgd av teimum politisku avgerðum, sum framdar verða, tá ið vit síggja ella hóma ein trupulleika.
Heilivágurin fyri skeiva persónsamanseting er, at vit veljarar velja onnur fólk ella aðrar flokkar. Stutt og greitt.
Heilivágurin fyri ein "systemfeil" er væl truplari at finna og ikki minni trupul at fáa at virka í praksis. Systemfeilir kann veljarin ikki einsamallur gera stórvegis við - felags tøk millum veljara og veljarans umboð er einasta leiðin.
Onkrar ábendingar um, at persónar ikki eru búnir til uppgávuna, síggja vit bæði í sambandi við landsstýrismenn og í sambandi við embætisfólk. Viðgerðin í sambandi við siðsemisnevndina, yvirtøkuna av kirkjuni, spurningin um samkynd og stórur partur av viðgerðini av samferðsluni eru dømi, sum vísa, at fólk á ovastu rókunum ikki eru búgvin at savna og leiða fram móti felags málum við felags tilfeingi.
Hóast hesar ábendingar um persónar, so eri eg ikki so vísur í, at tað er høvuðstrupulleikin. Eitt samfelag má tola, at øll ikki eru eins sterk og at øll ikki eru eins búgvin. Eisini á teim ovastu rókunum.
"Systemfeilir"
Ein "systemfeilur" í almennu skipanini hevur nøkur eyðkenni, m.o.:
-Vit missa tamarhaldið og einki sett av ítøkiligum persónum í ítøkiligum embætum kunnu rættiliga taka kvørkratak um skeivleikar
-Skeivleikar hava lyndi til at "rósa" - gerast verri og verri. Heldur enn at læra av skeivleikum verður onnur royndin verri enn tann fyrra.
-Tað verður truplari og truplari hjá fleiri og fleiri fólkum í almennari tænastu at røkja sítt starv við nærlagni og samstundis vera eitt hampafólk.
-Fólk, sum vit annars rokna sum skilafólk, gera tápuligar gerðir
-Áhugamál eru í fløkju
Ein "systemfeilur" kann hava sín kjarna í eini politiskari skipan. Avtikni "ráðfiskagrunnurin" man vera tann kendasti her á klettunum. Í hesum føri skuldi tað so verið partar av stýrisskipanini ella tingskipanini, sum eru óhepnir.
Ein "systemfeilur" kann eisini hava sín kjarna í almenna bygnaðinum. Vit vóru fleiri, sum vístu á hendan vandan í sambandi við tann bygnaðin, sum varð stungin út í kortið í 1995-96 og sum vit hava í dag. Hóast tað mesta gekk væl verri, enn eg hevði hugsað tað møguligt, so eri eg ikki vísur í, at bygnaðurin í sjálvum sær er kjarnin í tí ørkymlaða politiska talvinum í dag. Men tað kann vera partur av málinum.
Ein "systemfeilur" kann hava sín kjarna í systematiskt skeivt útvaldum fólki á ovastu rókum. Taka vit dømi úr fótbóltinum, so mega vit rokna við, at landsliðið fær vána úrslit, um vit taka allar spælararnar úr ringastu liðunum í landskappingini. Atferðarlæran hevur eitt hugtak um leiðara við at kalla ongum uppbyggjandi eginleikum, sum hon nevnir ein "Nullert". Situr ein slíkur ovast í eini skipan, so er "...ingen livsgnist, ingen kamplyst, ingen målbevidste meningsfyldte aktiviteter. Der er ingen kreativitet eller integration af mennesker tilbage - kun goldhed.", Ichak Adizes, Lederens faldgruber, 1979(1999).
Ein "systemfeilur" kann eisini hava sín kjarna í teim ráðandi virðum, sum liggja til grund undir atferðini hjá persónum í teim ovastu løgunum í politisku flokkunum og í embætisverkinum. Í hesum sambandi er helst vert at nevna gomlu griksku leiðsluidealini, har leiðarin ikki søkti starv, men varð útvaldur. Tað hevði helst nakað at gera við ta sannroynd, at har viljin til makt ræður er eisini vilji til at sita ovast, men sjáldan við leiðsluidealum í huga.
Vit kunnu vera óheppin og fáa feilir, sum eru samansetingar av fleiri møguleikum. Vit hava t.d. eina stýrisskipanarlóg, sum gevur landsstýrismanninum víðar heimildir. Um vit samstundis hava persónar í ovastu løgunum, sum ikki taka tað so tungt við ósannari atferð og ósannindum, tá hava vit onga stýris-skipan og einki rættarsamfelag. Leiðslutekniskt fáa vit tá ein leik, har tann veikasti systematiskt verður eftir, heilt einfalt tí tey, sum eru at sær komin, taka seg burturúr slíkum fjákalótum.
Eru grundleggjandi trupulleikar í okkara politisku skipan?
Fíggjarlógarviðgerðin hesuferð er løgin. Samgongustevið er ikki gott og andstøðan brúkar hetta til at vísa á, at betur var við eini aðrari samgongu. Hetta er natúrligt í politikki.
Fyrrverandi og núverandi løgtingsformenn hava nakrar viðmerkingar, sum benda á, at teir meta, at broytingar í mannagongdum skulu til, fyri at fáa fíggjarlógarviðgerðina á beint. Finnbogi Ísakson nevnir eisini hetta, at partur av fíggjarlógini liggur uttanfyri sjálva lógina, t.d. 60 mió. grunnurin og onkrar av teim stóru almennu íløgunum.
Magni Laksafoss hevur eisini gjørt nakrar áhugaverdar viðmerkingar, m.a. um konjunkturstýringar. Hetta er alt samalt helst mikið viðkomandi og eru góð íkast til eina breiða politiska fíggjarlógarviðgerð, men eg kenni meg lítið sannførdan um, at hesar viðmerkingar raka kjarnan í málinum í sambandi við hesa fíggjarlógina. Uttan at hugsa í persónum, so haldi eg tað vera vert at spyrja, um støðan var stórt øðrvísi, um hesi sótu við valdinum, hóast viljin til at gera tað betri er til staðar. Snøgt sagt, tí eg ivist ikki í, at viljin hjá samgonguni er góður. Um ein er politiskt samdur ella ikki, er so annar spurningur.
Vit gera helst gott í at spyrja okkum sjálv, um hendan løgna fíggjarlógarviðgerðin er úrslit av smávegis persónligum veikleikum, veikleikum í persónsamansetingini, vána mannagongdum ella "ein ringur dagur" - ella um hendan gongdin er eitt úrslit av meira grundleggjandi trupulleikum í okkara politisku skipan.