Ein fløt ein

Í mínum flata pengapungi er skattur skattur, sama um hann er flatur ella rundur ella óreinur ella okkurt heilt annað.

Um hann eitur landsskattur, kommunuskattur, rentuskattur av teimum innlánsrentum, sum eru eftir, kapitalvinningsskattur, nú kapitalisman hevur kloddað burtur so at siga allan kapital, ALS, Samhaldsfasti, Heilsutrygd, Barsilsgrunnur, eigarafelag, MVG, eftirløn, kringvarp ella okkurt annað tvangsgjald, sum ikki ber til at krógva seg fyri.
Stívliga annan hvønn tíma arbeiði eg fyri onnur enn fyri meg sjálvan.
Tey, sum ikki tíma at arbeiða yvirtíð, siga, at fyri hvønn yvirtíma fara tveir til skatt.
Men nú noyðast tey, sum ikki tíma at arbeiða meira enn niðursetta tíð ella minni enn tað, at finna sær eina aðra umbering. Tí nú vera marginalarnir við teimum sum arbeiða hvítt. Tað skal loysa seg at arbeiða meira, at arbeiða yvir. Tað skal loysa seg at arbeiða fyri meira enn Lafayetteløn, tí so nógv onnur skulu hava burtur av tí, sum eg fái fyri at arbeiða. Yvirtíðin verður ikki skattafrí.
Tað er so trivnaðarpolitikkurin hjá nýggju samgonguni, arbeiða og arbeiða og so beint heim í song, onga staðni inn á vegnum.
Flatur skattalætti gevur flatan trivnað. Tey flestu, sum tíma at arbeiða, trívast betur á arbeiðsplássinum enn heima við hús, so nýggi trivnaðarpolitikkurin er familjuvinaligur.
Men fólkatalið fer at minka meira enn tað ger nú, tí fólk í júst tí aldrinum, í barnaframleiðslualdrinum, fara at arbeiða so nógv, at tey fara hvørki at orka at gera ella at eiga børn.
Onkur negativur heidningur dittir sær at spyrja, hvar alt hetta arbeiðið er, tá 1500 føroyingar í Føroyum einki arbeiði hava og enn minni hava nakra vón um at fáa arbeiði. Heldur ikki tey, sum tíma og gjarna vilja arbeiða fyri at hjálpa ALS og øllum hinum, sum skulu hava burturav.
Samstundis sum tað almenna skal spara í rakstrinum, 80 prosent av rakstrinum eru lønir, skulu pengar nú brúkast til yvirtíð, 50 og 100 prosent afturat gerandislønini. Ikki tí, at tað gevur so nógv. 100 prosent av lítlum er bara eitt sindur meira, men prinsippið, prinsippið.
Politikkur er at tora, at tora at jarðleggja prinsipp.
Lond, sum vit av røttum áttu at samanborið okkum við, hava flatan skatt.
Eg gav mær sjálvum ein lítlan skattalætta fyri 30 árum síðani. Eg segði meg úr fólkakirkjuni, sum eg annars ongantíð hevði sagt meg inní, og spari kirkjuskattin. Tað ber eisini til at siga seg úr samfelagnum. Ein dagin, eg ruddaði, fann eg eitt umsóknarblað, klipt úr blaðnum Nord Nu, sum annars ikki, tað eg minnist, var nøkur latent hóttan móti nøkrum samfelagi.
Oyðublaðið eitur “Udmeldelse af samfundet.” Tað skal sendast til Udmeldingskontoret hjá Keypmannahavnar kommunu, sum so boðar øllum øðrum frá, eitt nú skattavaldinum og Amnesty International.
Tann, sum sigur seg úr samfelagnum, sigur frá sær ríkisborgaraskap, navn, vatn, gass, hita, kloakk og valrætt millum annað. Harafturat rættin til millum annað allar pensjónir, sama, nær tær eru skattaðar, heilsutrygd, útbúgving, arbeiði og summarfrítíð.
Áhugavert skjal, sum er til enn, googla bara udmeldelse af samfundet. Tað, sum eg havi, er helst kladdan, tí tað er skrivað við hond.
Sama ger, rinda allan tín skatt við gleði, so leingi flatar vittigheitir eru skattafríar síðani stuttleikaskatturin varð strikaður, tí hann var so keðiligur.
Stúrið ei. Flatlond fara at hjálpa okkum við skattinum.