Ein frammaná til samgonguleiðsluna

Áralagið var ikki nóg gott í samgonguni, tá ið málið um samkynd var til viðgerðar í dag

GREINING: Samgongan hevur sitið við róðrið í eitt hálvt ár, men illa ber til at siga, at áralagið er gott.

 

Í kvøld var eitt uppskot um at loyva samkyndum at giftast blokerað av tveimum javnaðartingmonnum, sum settu uppskot fram um, at málið fór aftur í nevnd.

 

Eftir stuttan kreppufund í samgonguni var atkvøðugreiðsla og tað vístis eg beinanvegin, at 26 tinglimir atkvøddu fyri at málið fór aftur í nevnd.

 

Hetta var á ongan hátt ætlanin, tí gjøgnum alla viðgerðina í dag, løgdu samgongufólk stóran dent á at siga, hvussu væl málið var viðgjørt í trivnaðarnevndini og at allir steinar vóru vendir.

 

Men tá ið avtornaði sáddur tveir javnaðartingmenn saman við andstøðuni iva um, um broytingaruppskotið frá í morgun var nóg stór trygd fyri, at samkynd ikki komu inn um kirkjugátt við lógaruppskotinum.

 

Serliga tjóðveldisfólk vóru ill um blokkeringina av málinum og Pauli Trond Petersen úr flokkinum segði bart út av tingsins røðarapalli:

 

-Vit hava als onga samgongu.

 

Hetta er ikki fyrsta og eiansta kreppan. Eitt uppskot um uppboðssølu av fiskirættindum hevur ligið í vinnunevndini síðani desember. Tað hevur ikki fulla undirtøku í samgonguni.

 

Fleiri aðrar smærri ósemjar prutla undri lokinum, so Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur nokk at gera komandi dagarnar, skal hann tryggja at hendan samgongan kann halda fram.

 

Hendingarnar í kvøld var ein beint frammaná til samgonguleiðsluna.