- Tað er avgjørt neyðugt at umstøðurnar verða betraðar hjá okkum sum ikki hava annan møguleika enn at koyra gjøgnum ein tunnil, um vit skulu av bygdini, sigur Atli.
Sjálvur hevur hann við góðum stuðli frá Klaksvíkar kommunu gjørt sítt til at ferðasambandið til bygdina skal verða dagført.
- Verður ikki okkurt gjørt nú, so steðgar øll menning og allur trivnaður upp her í Árnafirði. Tað kann eg ikki standa tigandi yvirfyri, slær hann fast.
Hetta býráðið sum nú situr hevur veruliga víst, at tað er opið fyri at menna bygdirnar í kommununi, og ynskir at nakað skal henda.
Tann stóri spurningurin er kortini um nakað verður gjørt við Árnafjarðartunnilin, nú tvær aðrar tunnilsætlanir eru í umbúna í økinum norðanfyri.
- Men okkara tunnil er í øllum førum ótíðarhóskandi. Her má okkurt gerast, sigur Atli Justinussen.
Óúthaldiligt
Hetta málið við tunnilssambandinum hjá árnfirðingum er ikki eitt nýtt mál á dagsskránni hjá Atla.
Bæði áðrenn hann varð valdur inn í Klaksvíkar býráð - og ikki minst nú hann er partur av samgonguni - hevur hetta málið ligið frammarlaga at finna eina loysn á.
Ikki bert eina skjóta loysn, men eina loysn sum árnfirðingar kunnu liva við í mong ár fram, og sum veruliga kann verða við til at menna bygdina aftur.
Ein part av hesi ætlan síni hevur hann nú fingið ígjøgnum, tá kommunan í september mánaði gjørdi ikki mætari enn at skriva til myndugleikarnar um at arbeiða fyri at tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík varð dagførdur.
- Soleiðis sum støðan er í dag er hon óúthaldilig fyri allar borgarar Norðan fyri Fjall. Her tosi eg ikki bert um bygdarfólkið hjá mær, men eisini um tey norðuri í Sundi og á Viðareiði.
- Tunlarnir eru snøgt sagt lívshættisligir, serliga nú tá so nógv tung ferðsla er, slær Atli fast.
Serliga um summarið ger hetta seg galdandi, tá nógv ferðsla er av teim vitjandi. Saman við stóru lastbilunum er ikki óvanligt at proppur kemur í tunnilin og so steðgar alt upp.
- Ja, eg havi sjálvur sæð mangar bilar sum hava rent á skeltini inni í tunlinum, ella sum eru farnir niður í veitina. Orsøkin til hetta er stutt sagt, at tunlarnir eru óforsvarligir, sigur Atli.
Má ikki gloymast
Sum árnfirðingur dugir Atli væl at skilja teir trupulleikarnar sum ótíðarhóskandi tunlarnir geva fólki. Hann ynskir tí eina haldbara loysn, og hevur tí í fyrsta lagi arbeitt við málinum í býráðnum.
Men hann hevur sjálvur eisini verið hjá landsins myndugleikum við hesum trupulleikanum.
- Eg havi sjálvur verið bæði hjá landsverki og vinnumálaráðnum fyri at greiða teimum frá støðuni.
- Tað ringasta er kortini tað, at Árnafjørður higartil ikki hevur verið uppi á listanum yvir nýggjar tunlar sum skulu gerast her í økinum, slær hann fast.
Arbeitt verður í løtuni við tveimum ætlanum: Einari ætlan um tunnil Norður um Fjall, sum skal loysa báðar teir gomlu tunlarnar av. Og einari ætlan um tunnil millum Hvannasund og Viðareiði. Men einki verður sagt um tunnilin til Árnafjarðar!
Sjálvur er Atli sera fegin um loysnina at gera hesar báðar tunlarnar í framhaldi av hvørjum øðrum. Ein eigur kortini ikki at steðga her, tí sambært Atla Justinussen er vandi fyri at Árnafjørður verður gloymdur í hesum sambandi.
Blindtarmur
Tá ein hevur valt at fremja hesar loysnirnar og tá koyrandi verður Norður um Fjall, eigur ein tí at gera skjótt av:
Steingja Árnafjarðartunnilin, breiðka og hækka hann til eina hóskandi stødd og so beinanvegin fara í holt við tunnilin til Viðareiðis.
- Vit mugu gera vart við okkum nú, so at vit koma við í raðfestingina. Annars verða vit bara gloymd, og koma so kanska at liggja sum ein blindtarmur við ongari framtíð.
- Og so mugu vit heldur ikki gloyma trygdina. Tí tá hava vit ein eyka møguleika at sleppa fram og aftur um so skuldi verið, at annar tunnilin má steingja, sigur Atli.
Genialt uppskot
Eitt annað uppskot um tunnilssambandið millum bygdirnar norðanfyri og Klaksvík varð lagt fram fyri nøkrum árum síðani. Hetta fevndi um tveir tunlar - av Norðtoftum til Árnafjarðar og úr Árnafirði til Klaksvíkar, nærhendis vegnum til undirsjóvartunnilin.
Hesa loysnina dámar Atla væl, m.a. tí at hon verður til frama fyri hansara egnu bygd, men eisini tí at ferðslan tá slapp undan at koyra gjøgnum Klaksvík og at ein tí kundi fari so at siga beinleiðis til undirsjóvartunnilin, um ein ynskti tað.
- Hetta uppskotið er genialt, men hinvegin so vænti eg ikki at tað verður sett í verk, nú hinar báðar ætlanirnar eru settar út í kortið.
- Men sjálvum uppskotinum bagdi einki. Tí undrar tað meg stórliga at myndugleikarnir ikki gjørdu meiri burtur úr hesum uppskotinum, slær hann fast.
Goldið tveir tunlar
Bæði Klaksvíkar kommuna, og Atli sum býráðslimur úr Árnafirði, hava sum nevnt sett Árnafjarðartunnilin á dagsskránna.
Men eru nøkur sannlíkindi fyri, at okkurt verður gjørt við júst henda tunnilin í framtíðini?!
- Eg haldi so í øllum førum, at um politikkararnir ikki eisini játta pening til ein nýggjan tunnil til Árnafjarðar, so taka teir ikki starv sítt í nóg stórum álvara, sigur Atli.
Hann vísir á, at fyrr í tíðini vóru Norðoyggjar at meta sum eitt einstakt øki. Men tá kommunur vórðu skipaðar helt samstarvið millum Árnafjørð og Klaksvík kortini fram.
Tá tunnilin varð gjørdur millum bygdirnar, so rindaði fólkið í kommununi ein part av hesi íløguni. Og mín sann um ikki tey gjørdu tað sama, tá tunnilin til Hvannasunds varð gjørdur!
- Tí haldi eg tað vera ov langt úti um landspolitikkararnir í dag gloyma okkum, tá vit altso hava verið við til at gjalda fyri báðar tunlarnar.
- Tí er eitt ávíst vónbrot at merkja her í bygdini, tá vit bara soleiðis verða gloymd í øllum hesum. Tað kann so ikki vera rætt, sigur Atli.
Stoypa við blandimaskinu
Fyri Atla er eingin ivi um, hvat kann fara at henda í heimbygdini um ikki ábøtur verða gjørdar á samferðsluviðurskiftini: Bygdin doyr kanska ikki út, men tað fer at seta sín stóra dám á trivnaðin hjá fólki.
- Ja, eg vænti at tað fer at verða truplari at fáa fólk at búseta seg her. Og tað fer eisini at gerast verri fyri nøkrum vinnulívi, tí bilarnir gerast størri og størri, meðan einki verður gjørt við tunnilin, sigur hann.
Eitt heilt ítøkiligt dømi um hetta var júst tann dagin, tá henda samrøðan varð gjørd. Virkna kappróðrarfelagið í bygdini er í ferð við at gera nýtt neyst, og til hetta krevst sjálvandi betong - nógv betong.
Sum støðan er í dag er tað bert ein einstakur betong-bilur á Føroya landi sum sleppur gjøgnum tunnilin til Árnafjørð. Og hesin varð sjálvandi boðsendur til endamálið.
- Var hesin møguleikin ikki, varð helst neyðugt at stoypa við blandimaskinu!, sigur Atli við einum skálkabrosi.