BRÚKARAMÁL
Rigmor Dam
Meðan hini Norðurlondini hava brúkarastovnar, sum kunnu vegleiða, upplýsa og loysa trætumál millum fyritøkur og brúkarar, hava vit í Føroyum hvørki brúkarapolitik, brúkarastovn ella brúkaralóggávu. So hvagar skalt tú venda tær, um tú hevur verið so óheppin, at keypa eina vøru ella tænastu, sum ikki lúkar tey krøv hon átti?
Í hesum sambandi skipaði Brúkarasamtakið mánakvøldið fyri fyrilestri og kjaki í Norðurlandahús-inum, har danski brúkaraumboðsmaðurin Hagen Jørgensen greiddi frá, hvussu danir hava skipað seg á brúkaraøkinum. Aftaná var kjak millum umboð fyri vinnuna, Brúkarasamtakið og politisku flokkarnar. Umboðini fyri flokkarnar vóru: Miðflokkurin, Álvur Kirke; Sambandsflokkurin, Kaj Leo Johannesen; Fólkaflokkurin Heðin Zakariassen; Sjálvstýrisflokkurin Kári P. Højgaard; Javnaðarflokkurin, Kristian Magnussen og Tjóðveldisflokkurin Finnur Helmsdal. Jan Mortensen umboðaði Vinnuhúsið, Hans Pauli Strøm Brúkarasamtakið og fyri Landsstýrismannin í Vinnumálum, eisini Heðin Zakariassen.
Samanumtikið kann sigast, at allir politisku flokkarnir vóru samdir um at lóggavan á økinum eigur at verða dagførd og at lógin um marknaðarføring, sum vanliga er fremsta amboðið innan brúkaravernd, eigur at vera sett í verk. Men so rakk semjan ikki longur. Tí stóra trætumálið var, um tað er neyðugt við einum brúkarastovni í Føroyum, og um hvør skal reka og rinda ein slíkan.
Í uppleggi sínum segði umboðið fyri Tjóðveldisflokkin, Finnur Helmsdal, at hóast tað ikki er vanligt at handilsmenn svika, so kemur tað sjálvsagt fyri, eisini Føroyum. Tí er fyrst og fremst neyðugt at dagføra lóggávuna, soleiðis at ein møguligur myndugleiki hevur røttu amboðini at arbeiða við. Neyðugt er við eini lóg marknaðarføring og einum myndugleika, sum skipar brúkaraupplýsing, segði Finnur Helmsdal, sum eisini harmaðist um, at eitt øki sum íbúðarmarknaðurin er tað reina anarki í Føroyum.
Næstur á røðaralistanum var Kristian Magnussen, sum harmaðist almikið um, at eingin brúkaravernd er í Føroyum. Hann vísti á, at Javnaðarflokkurin í fjør legði uppskot fram í tinginum um brúkarastovn og lóg um marknaðarføring. Kristian Magnussen greiddi frá, at flokkurin hevur lagt nógva orku og pening í uppskotið og harmaðist um, at tað ikki varð samtykt tá.
Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum var næstur á skránni. Hann staðfesti beinanvegin, at lóggávan átti at verið dagførd, ikki minst eiga vit at fáa eina lóg um marknaðarføring. Samstundis gjørdi Kaj Leo Johannesen greitt, at Sambandsflokkurin undir ongun umstøðum vil stuðla einum almennum brúkarastovni, av tí at hetta er eitt øki, sum eigur at vera umsitið av pørtunum á marknaðinum, vinnuni og brúkarafeløgum. Hann segði, at fría kappingin á marknaðinum tryggjar brúkaran í nóg stóran mun.
Fólkaflokkurin var næstur á pallinum, har Heðin Zakariassen eisini segði seg kunna taka undir við lógini um marknaðarføring. Men hann helt ikki, at tað er neyðugt við einum stovni, tí vit eru eitt so lítið samfelag, sum ger, at ein handilsmaður, sum ikki skikkar sær pent, beinanvegin verður revsaður, tí tað kemur út til kundan. Heðin Zakariassen segði, at tað skal vera upp til tað fría initiativið at skipa brúkaraviðurskiftini.
Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, helt tað vera átaluvert, at tað almenna ikki stuðlar einum brúkaraumboðsmanni, men at hann ikki atkvøddi fyri uppskotinum frá Javnaðarflokkinum í fjør, tí hann eigur at atkvøða saman við samgonguni.
Ein handilsmaður sum snýtir, hann er ferdigir, segði Álvur Kirke, sum helt at neyðugt er við einum brúkarastovni í Føroyum, og at ein loysn kanska var, at leggja ein slíkan undir aðrar stovnar.
Eini 50 fólk vóru savnaði til fundin í Norðurlandahúsinum.