Hann er vanur við at kappast í Danmark, har hann býr, og eisini kring allan heimin, men um vikuskiftið fekk Áki Joensen møguleikan at spæla eina stóra boccia-kapping í heimlandinum, Føroyum.
Hetta var í NM-kappingini fyri rørslutarnað, sum Føroyar vóru vertir fyri.
- Tað er altíð ein stoltleiki at umboða Føroyar, og ein vil altíð gera tað eyka fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Áki Joensen, sum tó ikki er nøgdur við hvussu tað gekst í NM-kappingini hesaferð.
- Eg hevði væntað at koma víðari úr bólkinum, men soleiðis gekk ikki. Eg tapti fyrstu tveir dystirnar og vann síðani hinar báðar, men tað var ikki nóg mikið til at eg kundi koma víðari, greiðir Áki frá.
101 gestur vóru í Føroyum í sambandi við kappingina, og tað kravdi nógv av fyriskiparunum. Meira er at lesa um tað í Sosialinum í dag, har Áki Joensen eisini greiðir frá hvussu tað gongur við stóra málinum um at sleppa við til OL í 2020.