Fátæksligt kennist tað, tá vinur, ið er farin um sýn, skal umrøðast, men eg fari at royna.
Góða Anna, tað er ikki lætt at seta orð á tað, sum hjartað floymir yvir av, tí Anna, tú fylti so nógv í okkara dagligdegi.
Fimmti ár eru ikki fimmti dagar. Fyrst nú veit eg, hví tað var so umráðandi, at vit vinkonurnar skuldu hittast 22/5-2004 í Keypmannahavn. Góða Anna, tú visti tað, men einki tú segði, so stolt sum tú altíð var. Tú hevði kortini nevnt okkurt um, at tú føldi teg ikki so væl, hví so til Danmarkar? Tú hevði eisini sagt við onkran, sum stóð tær nær, at hetta bleiv helst tín seinasta Keypmannahavnarferð, og so varð.
Tá tú setti upp á at fara at vitja Bussi í Roskilde, sum tá var so sjúk, royndi eg at siga tær, at tað var ov strævið, men einki hjálpti, gott tað sama. Tú fekst sagt farvæl. Tað blivu bert fjúrtan dagar, frá tí Bussi fór, til tú fór sama veg, har eingin kemur aftur.
Tað kundi verið so nógv at trivið í. Eitt, sum gleddi meg so ómetaliga nógv, var at sita í kirkjuni og síggja tann stóra vinaskara, sum komin var at siga tær farvæl fyri seinastu ferð. Somuleiðis gleddi tað meg at síggja kirkjuna so vakurt skrýdda við tínum yndislitum, men tú manglaði. Gloymd er tú ikki og verður tað heldur ikki.
Vit vitja teg á kirkjugarðinum, men tað riggar ikki. Tú, sum var so livandi, hví so vitja teg her. Vit standa bert spyrjandi.
Eitt má eisini sigast, at tú elskaði títt arbeiði á Føroya Bjór, og tú var góð við allar tínar kundar, altíð vinsæl, fyri tær vóru øll eins, lágur sum høgur, og ongantíð var tað nakar, sum merkti á tær, at tú var móð. Kortini skal sigast, eg sum kendi teg so væl, at tú var ongantíð tann sama aftur, eftir at Martin var deyður, men tað skilji eg so væl, tit høvdu livað so leingi saman, so tað tómrúmið var eingin førur at fylla. Hvíli í friði, tit bæði, og takk fyri alt.
Eg hugsi ofta um tykkum Flemming, Petur og børn tykkara, tit hava mist so nógv: Eina mammu og ommu, sum bert livdi fyri tykkum og tykkara. Ein uggi er tað tó, at hann, ið øllum ræður, hann uggar og styrkir okkum øll.
Vinkona tín Grethe