Hetta kann hava rættiliga ringar fylgjur fyri ein útróðrarmann sum er í bólki 5B. Tað eru nógvir menn runt landið, við familju og húsum, sum arbeiða 1-3 dagar t. d. á einum flakavirki, men tá ein ikki kann liva av hesum, tá er gott at hava ein útróðrarbát í bólki 5B, sum man kann lívbjarga sær og familjuni við, so kemur tann brennandi spurningurin, um allir hesir dagar í bólki B eru brúktir, so eru hesir menn í dýrastu neyð, teir mugu gevast at fiska og hava ikki møguleika at koma í bólk A, tá ein ikki kann forvinna meir enn kr. 50.000 uttan fyri útróður. Hetta er eisini galdandi fyri teir útróðrarmenn, sum eru 67 ára gamlir og pensioneraðir, teir verða koyrdir í bólk 5B sjálvt, um man hevur fiska seg uppí bólk A.
Í hesum sambandi heita vit á landsstýrismannin í Fiskivinnumálum um at lækka gáttina fyri forvunna upphædd úr kr. 50.000 til kr. 120.000-150.000, so at hesir umrøddu menn, kunnu koma upp í bólk 5A. Har teir sjálvir kunnu ráða yvir teimum døgum, teir fáa tillutað, og á hendan hátt lívbjarga sær.
Hetta broytir onki upp á veiðitrýstið, men skilir teir frá, sum hava tað sum livibreyð og hinir, ið ikki hava tað fyri neyðini. Vit skulu øll verða varug við, at heimaútróður er ein doyggjandi vinna, bert heilt fáir ungdómar hava hetta sum livibreyð, og tí er heimaútróður næstan bara hildin uppi av eldri monnum, yvir og undir pensiónsaldur.