Føroyska manslandsliðið spældi í kvøld fyrsta dystin í hesi útgávuni av Silver League.
Dysturin var móti Íslandi á Digranesi í Íslandi.
Tað eydnaðist føroyska manslandsliðnum at vinna dystin 3-2, og harvið tryggja sær fyrstu tvey stigini í kappingini. Føroyar vunnu tvey tey fyrstu settini. Ísland svaraði aftur við at vinna triðja og fjórða settið, men lukkutíð vunnu Føroyar javnbrótaran.
Føroyar-Ísland 3-2 (25-21, 25-18, 23-25, 20-25 og 15-13)
Í morgin klokkan 16 spæla Føroyar dyst móti Svøríki á Digranesi. Sunnudagin klokkan 16 spæla Ísland og Svøríki á Digranesi.