Tað upplýsir blaðið Helsingin Sanomat, sambært tíðindastovuni NTB.
Undir veðurlagsmótmælisgongu í juni 2024 í Helsinki bar løgreglan Thunberg burtur, tí mótmælisfólkini forðaðu fyri ferðsluni og noktaðu at fylgja boðum frá løgregluni.
Sambært NTB hava flestu mótmælisfólkini fingið bót.
Higartil hava dómstólarnir ikki kravt, at teir ákærdu skulu vera til staðar í rættarmálinum.
Hetta merkir, at Thunberg ikki noyðist at ferðast til finska høvuðsstaðin, Helsinki, uttan so at hon sjálv hevur hug til tað.
/Ritzau/











