Ein ókendur eftirmaður

Almenna norðurkoreanska sjónvarpið brúkti í morgun orðini "tann stóri eftirmaðurin" um tann nýggja leiðaran í landinum, Kim Jong-Un.

Tey seinastu árini hevur umheimurin av og á sæð myndir av Kim Jong-Un, men annars vita vit lítið og einki um hann. Eitt nú er tað ógreitt, hvussu gamal hann er, men hildið verður fyri vist, at hann er farin at nætkast teimum 30 árunum. Hann er yngsti sonur Kim Jong-Il.

Tá pápin fekk ein blóðtøpp fyri teimum árum síðani, kom Kim Jong-Un meiri fram á tann politiska pallin. Í fjør fekk hann leiðandi størv í kommunistaflokkinum og varð samstundis tilnevndur generalur, hóast hann sambært keldum ikki hevur nakrar hernaðarligar royndir.

Tey fáu uttan fyri Norðurkorea, sum kenna tann nýggja leiðaran, siga, at hann líkist nógv pápanum, og í grannalandinum Suðurkorea vænta eygleiðarar, at hann fer at halda somu politisku kós sum pápin.