Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er opin?
- Tað er ein fantastisk og vónrík kensla, og eg ivist onga løtu í, at hetta verður ein kollvelting fyri Sandoynna.
Tað sigur Rósing Lydersen í Skopun.
Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?
- Hann fær ein kolosalan týdning, og tunnilin verður ein stórur fyrimunur fyri vinnulívið í oynni. Vit kunnu bara taka Sandoy Seafood í Skopun sum dømi. Tað verður skjótari at fáa rávøru til virkið, og tað verður lættari at senda lidnu vøruna av aftur virkinum.
Rósing Lydersen vísir á, at nú verður ikki neyðugt hjá nøkrum bili við fiski – ella nøkrum bili yvirhøvur - at standa og bíða í kø at sleppa umborð í Teistan.
- Tað verður einki brim í Skopun, sum fer at forða fyri, at tað slepst til og úr Sandoynni.
Hann vísir á, at tunnilssambandið eisini verður gott fyri oyggjafelagið, B71.
- Nú kunnu okkara ungdómar halda fram í felagnum, sjálvt um tey ganga í skúla, eru í læru ella arbeiða í Havn. Teimum nýtist ikki longur at fara til onnur feløg inni á meginlandinum.
Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?
- Tað er kanska handan rottan, um hon ger eitt rend gjøgnum tunnilin og festir røtur her, og so kunnu vit kanska rokna við, at húsaprísurin fer at hækka.
Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð?
- Ja, eg fari at sakna tað sosiala, har tú situr og tosar við fólk á ferðini um fjørðin – serliga fólk, tú kanska ikki hevur sæð í langa tíð.
- Og so tann góða døgurðaangan hjá kokkinum umborð. Hann fari eg eisini at sakna, leggur Rósing Lydersen brosandi aftrat.