? Allir borgarar í landinum skulu fáa somu møguleikar, hvar í landinum teir enn búgva. Hetta hevur verið høvuðsendamálið við uppskotinum til nýggjan kommunubygnað, segði Hans Jørgensen tá Javnaðarflokkurin í gjár hevði tíðindafund í samband við landsstevnuna, flokkurin hevur hildið um vikuskiftið.
Javnaðarflokkurin setti í fjør ein arbeiðsbólk at gera uppskot um framtíðar ætlan floksins á kommunuøkinum, og samtykti landsstevnan uppskotið, sum lagt varð fyri stevnuna fríggjakvøldið.
? Galdandi kommunuskipan, sum er frá 1872 við smávegis broytingum, er ikki hóskandi longur, segði Hans Jørgensen, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum.
? Tí hevur flokkurin ásannað, at okkurt annað má gerast. Tosið um kommunusamanlegging er eisini farið alt ov vítt, og hava vit tí miðað eftir at finna eina loysn, sum ikki krevur, at kommunur leggja saman, men sum samstundis heldur ikki forðar fyri hesum, segði hann.
Javnaðarflokkurin sigur í uppskotinum, at flokkurin hevur góðkent og stuðlað viljanum hjá føroyingum at skipað seg í bygdasamfeløg.
? Hugsjónin góðtekur sjálvsagt ikki, at samfelag okkara verður skipað bert út frá praktiskum, búskaparligum sjónarmiðum, segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
Skal bygdasamfeløgunum verða lív lagað, so verður neyðugt støðugt at skipa lívsumstøðurnar hareftir, tí vit fara ongantíð at góðtaka, at Føroyar verða býttar upp í fyrsta og annanfloks menninskju - tey, ið hava alskins tilboð til útbúgving, arbeiði, mentan og heilsuliga og almanna umstøður og so hini.
Havast skal í huga, at ein fyritreyt fyri trivnaði í samfelagnum er, at rímiligt aldursbýti er í fólkinum, at javnvág er í arbeiðsbýti og arbeiðstilboðum til øll arbeiðstøk, og at tey, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin - børn, gomul og óarbeiðsfør - eisini eru ein nátúrligum partur. Arbeiðstilboð skulu vera bæði innan fiskivinnu, handverk, ídnað, umsiting, undirvísing og á sosiala økinum, stendur í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum.
Flokkurin sigur víðari, at sum samfealgið hevur ment seg tey seinastu 100 árini, hevur tíðarhóskandi lóggáva ikki fylgt við. Úrslitið er, at nógvar góðar skipanir steðga upp, gerast stirvnar og ójavnar fyri borgararnar ymsa staðni í landinum, tí tær eru drignar upp í ein vavgreyt millum ymsar myndugleikar.
Hans Jørgensen sigur, at uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var at hyggja at kommunuskipanini, og tí hevur bólkurin hildið seg til tey málini, sum í verandi skipan eru samantvinnað í bæði lands- og kommunuuppgávur.
Javnaðarfloksins avgjørda støað er, at greiður skilnaður skal vera ímillum lands- og kommunuuppgávur, og hevur flokkurin tí tikið fram:
1) tað, ein kommuna fíggjarliga og umsitingarliga einsamøll til fulnar eigur at røkja í nærumhvørvinum
2) tað, sum er landsuppgáva, men har umsitingin nátúrliga hevur heimarætt í einum størri avmarkaðum øki.
3) tey mál, sum eru landsuppgávur og eiga at miðskipast, men hava umsitingardeildir við ávísum myndugleika úti í økjunum
4) mál, sum fult og heilt eru landsuppgávur.
Uppgávurnar, har ábyrgdin og allur myndugleikin er hjá kommunustýrinum, verða
a.at fyrireika, standa fyri, ella saman við øðrum luttaka í vunnuskapandi virksemi í heimaumhøvrvinum.
b. at skipa kommununa tekniskt (vegir, kloakkir, vatn, byggi- og býarskipan o. t.)
d.at byggja og umsita havnir og lendingar
e.trivnaðarmál (mentanarvirksemi, ítróttur, spælipláss, íbúðartilboð, bygdarhús og alt, sum kann hugsast at skapa trivna í kommununi)
f.áseta skattaprosent sambært fíggjarætlan galdandi fyri omanfyri nevndu øki
Skúlamál, heilsumál og almannamál, sum sum eftir verandi skipan eru partvís felagsmál, verða landsmál burturav.
Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at nýggja skipanin fer at økja almennu umsitingina, men hann vísir á, at skipanin fer at flyta størv úr meginøkinum út á lokalu økini.
? Hetta er eisini sum liður í arbeiðnum fyri at fáa hægri størv út á lokalu økini. Tað er heilt nátúrligt, at skal tað verða eins liviligt allastaðni í landinum, so krevur tað eisini eitt ávíst býti av arbeiði kring landið.
Men uppskotið hjá Javnaðarflokkinum leggur upp til samstarv, tí kommunurnar fara at arbeiða í felag um ymsu uppgávurnar, sigur Hans Jørgensen. Hann leggur dent á, at talan verður ikki um at noyða kommunur at leggja saman.
? Vit kunnu enntá hava fleiri kommunur, enn vit hava í dag, men samstarvið kann føra til, at kommunur nátúrliga leggja saman, sigur Hans Jørgensen.
Orsøkin til, at skúlaøkið ikki verður rikið av kommununum er, at allir landsins borgarar skulu hava sama møguleika til útbúgving, og orsøkin til at smábarnaansing er løgd saman við skúlaøkinum er, at Javnaðarflokkurin metir smábarnaansing at vera ein uppalingarspurning.
Í Sosialinum í morgin verður nærri greitt frá uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum