Ein lætti tá onkur dummar seg

Tey, sum framføra ólavsøku kabarettina í ár, eru Lív Bruun Müller, Dávur Birgisson og Jutta S. Linklett. Nógvar sermerktar hendingar hava verið síðani seinastu kabarett, og tey gleða seg at framføra tilfarið, sum tey hava arbeitt við seinastu mánaðirnar

Hetta er triðja árið á rað, at Lív og Dávur spæla ólavsøkukabarett, Jutta roynir tað á fyrsta sinni.

 

Hendan dagin vit vitja í Sjónleikaraðhúsinum, eru tey í holt við at gera faldara, fyrsta útkastið av handritinum er liðugt, og tey hava vant nógv úti á pallinum.

 

- Vit eru ordiliga spent til alt verður klárt, og at vísa tað fram. Vit flenna nógv saman, og tað er eitt gott tekin.

 

##med2##

 

Í ólavsøkukaberettini verða hendingar, sum hava verið síðani seinastu kabarett, pakkaðar í ein skemtiligan ham, og samfelagslig viðurskifti, sum strekka seg yvir longri tíðarskeið vera eisini viðgjørd. Tað trýtur ikki í hendingum, sum hava verið seinasta árið, og tí fyllir hesin parturin nógv í ár. Tað hava verið so nógvar hendingar, at okkurt má takast burturúr, tí pláss er ikki fyri øllum.

 

- Hvørjaferð okkurt hendir, er tað er lætti fyri okkum, tí so fáa vit okkurt at arbeiða við, siga tey flennandi.

 

Løgtings og fólkatingsval hava verið, og í september sigldi Galaxy við opnum hekkuportri. Dávur var sjálvur við hendan túrin, og tí kunnu áskoðararnir vænta at síggja, hvussu hann upplivdi hendingina.  

 

 

 

Evnini, sum koma við í kabarettina, eru tey, sum kunnu viðgerast og framførast uppá ein stuttligan máta.

 

- Vissi onkur heldur, at onkur hending manglar, er tað tí at vit hava mett, at hon er stuttlig í sær sjálvum, ella tí at vit hava onnur stuttlig ting, og noyðast at taka okkurt burturúr.

 

Í kabarettini framføra tey sjónleik, sang og dans, og tað er alt ein partur av skemtinum.

 

- vit fara ikki út og eru fantastiskir sangarar, dansarar ella sjónleikarar enn tá, vit eru har fyri at bera skemt fram, og tað er loyv at flenna eftir okkum, sært tú, at eg dugi illa at dansa, so ert tú vælkomin at flenna.

 

 

 

Lív og Dávur hava spælt ólavsøkukabbaret trý ár á rað, og tey hava fingið nógvar royndir.

 

- Vit gera eina framleiðslu, skriva sketjir og sangir, og sleppa at royna tað av sjey til átta ferðir fyri 200 fólkum, hetta eru ógvuliga dýrabarar royndir, sum vit øll eru glað fyri at fáa.

 

Fyrireikingarnar til ólavsøkukabarettina byrja longu, tá tey eru liðug at framføra kabarettina árið fyri. Tá er eftirmetingarfundur, og tosað verður um tað, sum kann gerast betur komandi ár.

 

- Vit noyðast bíða í næstan eitt ár, til vit sleppa at gera tað, sum vit hava hugsað um síðani síðstu kabarett. Men tað er gott at kunna føra tað sum út í verk, sum vit halda kann gerast betur.

 

 

 

Jutta S. Linklett spælir kabarett fyri fyrstu ferð. Tað hevur altíð verið ein partur av ólavsøkuni hjá henni at hyggja eftir kabarettini, og hon kennir tað sum ein heiður at vera við.

 

- Eg føli, at hetta er ordiliga stórt. Eg eri eitt sindur nervøs, men mest av øllum spent.

 

At fyrireika kabarettina merkir ikki bara skriva handrit og venja sketsjir. Nógvar praktiskar uppgávur eru eisini. Tey skulu hava fólk til at gera pallmynd, ljós og ljóð. Og stuðlar skulu finnast.

 

- Hesar uppgávurnar eru blivnar lættari. Nú vita vit, at tað er ikki neyðugt at stúra, tí tað fer at loysa seg. Vit royna at fáa tað uppá pláss skjótast gjørligt, soleiðis at vit kunnu arbeiða við tí listarliga.

 

Teimum dáma best at arbeiða úti á pallinum og royna tilfarið av, heldur enn at sita ov nógv við telduna og skriva.

 

- Vit fáa orku og íblástur av at vera úti á pallinum. Vit síggja, hvørjir trupulleikarnir eru, og broytingar verða allatíð gjørdar.

 

Tey hittast í mai mánaði at skriva, og tá komið er í juli mánað arbeiða tey hvønn dag í Sjónleikaraðhúsinum. Seinastu vikuna áðrenn frumsýningina venja tey til langt út á kvøldið.

 

- Húsið livir ta vikuna, og tað er so deiligt. Øll eru her. Tónleikarar, ljós og ljóðfólk, eru í sving, og vit venja kabarettina í fullari longd fleiri ferðir.

 

Gott at fáa kritikk   

 

Lív og Dávur eru sjálvi nøgd við kabarettirnar, sum tey hava spælt áður, og tey hava fingið nógvar góðar afturmeldingar. Men tá tey eftir síðstu sýning eru farin út at halda ólavsøku, hava tey eisini fingið at hoyra um tað, sum onkur helt kundi gerast betur, og tað halda tey bara vera gott.

 

- At fólk eru trygg við at kritisera okkum, er fantastiskt. Eg kann ikki ímynda mær, at fólk ikki góvu kritikk, tí veðurleikin er ikki at alt er gott. Vit eru glað fyri, at fólk eru erlig, tí tað mennast vit og læra av. Vit eru amatørar, men elska tað, sum vit gera.

 

 

 

Jutta S. Linklett hevur sæð viðleikararnar hjá sær spæla kabarett seinastu árini, og henni dámdi ógvuliga væl.

 

- Tað var gott og stuttligt, eg elski tá tað álvarsama verður pakkað inn í skemt. Eg havi lætt við at flenna eftir tí sum er eitt sindur grovt. Her er loyv at flenna eftir tí sum er álvarsamt.

 

At spæla ólavsøkukabarett merkir sjálvsagt, at leikararnir ikki halda ólavsøku sum flest onnur, men tað nervar tey ikki.

 

- Ólavsøkan er her. Vit eru mitt í býnum, fólk koma á gátt, og vit hugna okkum saman við hvørjum øðrum. Nógv fólk koma inn at hyggja, og tað er stuttligt. Vit hava ikki følt, at vit havi mist nakað.