Festivalurin var í mong ár eitt afturvendandi tiltak. Fyrstu ferð var í 2003, tá festivalurin varð hildin í Runavík. Har var hann til 2008, tá hann varð fluttur til Klaksvíkar. Seinastu árini hevur festivalurin verið í Sørvági. Onkuntíð hava verið yvir 70 bilar á Trucker Festivalinum.
Leif Eliasen eigur hugskotið og byrjaði sjálvur at skipa fyri Trucker Festivalinum, har nógvir flottir bilar hava verið sýndir fram. Seinni kom so Hugo Skorastein við sum ein av fyriskipunum, og nú uppaftur seinni, kom Theodor Solbakk við eisini.
Økið rundan um skrivstovubygningin og pakkhúsið hjá Faroe Ship er lætt atkomiligt og har eru góðar umstøður til at skipa ein góðan og hugnaligan Trucker Festival.
Allir bilarnir sum eru tilmeldaðir, verða stillaðir á økið og býttir upp, alt eftir hvat slag av bili talan er um. Teir, ið hava teknað seg til kapping um vakrasta bil, kunnu vinna sær steyp til ognar.
Leygardagin klokkan 13.00 var rekkjukoyring (Konvoy) frá Hjalla og oman til Faroe Ship, har løgreglan hjálpti til við ferðsluni, soleiðis at rekkjan kundi koma oman í einum, og samstundis so skjótt og smidlitt sum til bar.
Kl. 16.00 - 17.00 Kemur Tórshavnar sløkkilið við stigabilinum, Fuglafjarðar sløkkilið kemur við teirra nýggja sløkkiliðsbili og møguliga kemur løgreglan ein túr framvið, eisini.
##med2##
Kl. 17.15 Verður bakkikapping aftanfyri pakkhúsið. Kappast verður um at verða skjótastur at bakka ein treylara, og eisini er kapping fyri at bakka við lastbili.
Inni í pakkhúsinum vera matvognar hjá BEFO Greek Food, kiosk og sølubásur hjá Scania, og ikki minst – ókeypis hoppiborgir.
Sunnudagin er steypahandan kl. 15.00 inni í pakkhúsinum, og kl 16.30 fara bilarnir avstað aftur í rekkjukoyringin (Konvoy) og harvið endar festivalurin eisini.
Tað hava 82 eindir melda seg til í ár. 77 bilar og 5 amboð/maskinir og so víðari.
– Vit gera alt fyri at hetta verður ein góður festivalur við nógvum spennandi og flottum bilum, tað er ókeypis atgongd, sigur Leif Eliasen.
Meira um skránna sæst á www.truckerfestivalurin.fo
##med3##













