Útlendskir miðlar vita at siga, at jarðarferðin hjá kendu sangkvinnuni úr Wales, Bonnie Tyler, verður stroymd á netinum, og at stórskíggjar verða settir uttanfyri kirkjuna, har jarðarferðin verður.
17. august kunnu avvarðand,, og øll onnur, siga eitt síðsta farvæl, tí tá verður jarðarferðin í St Mary’s Church í Swansea.
Kistan verður eisini koyrd gjøgnum býin Skewen, har kenda sangkvinnan vaks upp.
Bonnie Tyler doyði 9. juli, 75 ára gomul, á sjúkrahúsi í Portugal. Hon var innløgd, og skuldi hava skurðviðgerð í tarmunum. Tað sá í fyrstu syftu út til at ganga væl, men hon varð løgd í eftirgjørt óvit. Tann15/6-2026 kundu vit her á In.fo greiða frá, at Tyler var vaknað úr óvitinum, men framvegis var sjúk. Hon kom ongantíð fyri seg aftur.
Eftir Bonnie Tyler situr maður hennara í 50 ár, Robert Sullivan.
Í 2006 luttók Bonnie Tyler á MjúS tónleikafestivalinum á Sandi.











