Ein ljótur dunnuungi

-Danskur teknifilmur

Tað er ikki ofta at ein danskur teknifilmur kemur fram. Filmurin Den grimme ælling og mig, er gjørdur við 3D animatión og er bara heilt góður.

Hin listinlærda rottan Rotto er endaður í einum dunnugarði, har sær hann, at eitt egg er við at klekjast. Úr egginum kemur ein ljótur dunnuungi. Hann heldur at Rotto er mamma hansara og hesin sera ljóti dunnuungin, kallaður Grimme, rópar "Moooar!". Rotto sær møguleikan, at hann kann brúka dunnuungan til at forvinna pening.

Saman fara teir so út í heimin, har Rotto hevur dreymar um eitt gjøgnumbrot.

Úti í verðini bíða tó glúpsk rovdjór. Her bíðar hjartasorgin og løgnir limir í familjuni. Tað er vandamikið at vera ein dunnuungi.

A.Films

Tað er felagið A.Film, ið hevur gjørt hendan filmin. Tey gjørdu eisini m.a. stóra bestseljaranTerkel i Knibe og Hjælp jeg er en fisk, ið báðir eru 3D animeraðir spælifilmar.

Den grimme ælling og mig er sera langt frá upprunasøguni um ljóta dunnuungan hjá H.C.Andersen. Ævintýrið sæst tó aftur, tí hesin Grimme (tað eitur hann altso) er ikki so langt frá rørandi heimskenda originalinum.

Tað sum er nýtt her, er at filmurin gongur fyri seg í okkara tíð og allir hinir figurarnir, so sum rottan Rotto og nógvir aðrir eru við. Hesir er sera stuttligir mangan.

Tað er nógvur komikkur og eisini mangan ein hjartarørandi tóni í "Den grimme ælling og mig". Her eru nógvir sera góðir setningar, her er drama og spenningur.

100% teldugjørdur

Telduanimatión er sera vanligt í dag innan film. Ofta síggja vit ikki, at tað er so, men flestir filmar, so sum "Ringana Harri" (Gollum) og Yoda frá "Star Wars II og III", eru allir gjørdir við nýggjari tøkni.
Ein av fyrstu teldugjørdu filmunum var Tron frá 1982. Men ikki fyrr enn í 1993 kom gongd í av álvara við "Jurassic Park". Tað er tó langt frá Lucas og Spielberg til Danmarkar. Tað er torført hjá A-Film at gera slíkar filmar, ið eru sera dýrir, t.d. kostaði "Hjælp! Jeg er en fisk", yvir 100 milliónir at gera. Í mun til hendan, so var "Terkel i knibe" bíligari.
Altjóða hava vit sæð filmar sum "Toy Story" og "Monsters Inc.", ið høvdu so góðar søgur, at hyggjarin gloymdi, at hetta var ein filmur.
Eg haldi ikki, at søgan í Den grimme ælling og mig er so original. Filmur er verdur at hyggja eftir, men endar tó við for nógvum rópi og skráli. Sum heild er hann tó verdur at síggja.
4 stjørnur av 6.
Den grimme ælling og mig
Røddir:
Søren Fauli
Lars Hjortshøj
Hella Joof
Nikolaj Lie Kaas
Kaya Brüel
Pernille Højmark
Morten Lorentzen
Laura Christensen
Peter Zhelder
Troells Toya
Klaus Bondam
Molly Hegner
Peter Frödin
Leikstjórn Michael Hegner og Karsten Killerich. Loyvdur fyri øll. Frumframsýndur í Havnar Bio frá fríggjadegnum 6. oktober.