Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther
-------------
Í Dimmalætting tann 16. Januar 2008 hevur Heðin Mortensen eitt lesarabræv, har hann takkar fyri heilsanina frá mær.
Lesarabrævið hevur veruliga fingið ilt í Heðin, tí hann dittar sær m.a. at skuldseta undirritaða fyri at øvunda okkara eldru.
Hetta er tó einki eindømi frá einum politikara, sum alla politisku karrieru sína hevur hugsað um ein persón og tað er seg sjálvan.
Føroya Arbeiðarafelag vil ikki hava kommununa at endurtaka misstøk síni
Heðin Mortensen ger, honum líkt tað, at hann svarar lesarabrævinum frá FA soleiðis at lesarin skal fáa tað fatan, at Føroya Arbeiðarafelag ætlar at fáa kommununa at endurtaka misstøk síni, og at tað er øvundsjúka móti okkara eldru, sum hevur fingið felagið at skriva lesarabræv.
Hetta er ein beinleiðis snaran av veruleikanum, tí tað sum vit hava átala er, at Heðin Mortensen og samgonga hansara í Tórshavnar Kommunu ikki vilja viðgera eina umsókn á sakligum grundarlag, men royna at forða Føroya Arbeiðarafelag at gera eina lítla samanbygging av húsum felagsins, meðan kommunan í øðrum førum gevur loyvi til bygging, sum beinleiðis er í stríð við byggisamtyktina og at kommunan nakrar fáar metrar frá ognum okkara byggir ein risabygning.
Heðin Mortensen veit væl, at hvørki undirritaða ella limirnir í felag okkara øvunda teimum eldru, men Heðini líkt, so brúkar hann hesa skuldseting í lesarabrævi sínum, tí hann veit at hann ikki kann verja seg við veruligum grundgevingum.
Heðin Mortensen vísir ongum aftur
Heðin Mortensen vísir tó í veruleikanum ikki aftur nøkrum av tí, sum eg vegna felagið havi víst á í sambandi við málsviðgerð hansara.
Heðin veit, at hann hevur lovað Føroya Arbeiðarafelag at fáa avgreitt umsókn okkara, og hann veit, at tað var hann sjálvur, sum m. a. bað okkum um at søkja um at broyta byggisamtyktina, tí byggisamtyktin kortini skuldi broytast, nú kommunan skuldi byggja út Tjarnargarð, og hann sum bað okkum leggja matrikul nr. sama - vit kundi hildi áfram.
Sum vanligt er hetta tó bert tóm orð, hjá einum politikara, sum tykist at tosa øllum eftir munninum, men sum tá tað kemur til stykkið ikki kann halda tey lyfti hann gevur.
Alment roynir Heðin at síggja út sum tann ábyrgdarfulli politikarin, sum vil verja vanliga borgaran í landi okkara, so sæst at Heðin als ikki raðfestir tey gomlum, veiku og børnini frammalaga. Sum dømi síggja vit, at Heðin hevur tikið stig til stadion til frælsan ítrótt við ringvegin, alt gott um tað, men hvussu er við børnunum í barnagarðinum skamt har frá, sum mistu allan hava sín, og sum so at siga ongan garð hava at spæla í uttanum barnagarðin? Her hevur Heðin ikki tikið hædd fyri teimum sera óhepnum avleiðingum fyri bæði børn og starvsfólk, sum nú hava skerdar møguleikar at virka í dagligdegnum, men tað tykist Heðin ikki at taka sær av.
Veljarin eigur at kenna hvør er veruligt javnaðarfólk og hvør kemur á politiskan lista bert fyri at royna at fáa makt
Greitt man vera fyri flest øllum veljarum, at ein maður, sum rennur frá einum flokki til annan, ikki hevur nakra politiska hugsjón.
Tí eigur veljarin at duga at skilja millum verulig javnaðarumboð og teir persónur, sum bert stilla upp á tí lista, har tað tænir teimum best, og tíverri mugu vit ásanna, at Heðin er hesin seinnu.
Eg taki undur við veruligum javnaðarpolitikki og teimum valevnum, sum umboða hendan politikk, men eg haldi ikki tað er rætt, at stilla upp á javnaðarlista, tá ein ikki hevur nakra javnaðarhugsjón.
Tórshavn, tann 17.01.2008