Vit drýpa høvur í sorg. Okkara kæri liðfelagi og vinur, Inga Falkvard Danberg, er ikki okkara millum longur. Hon, sum altíð legði so nógv fyri og stríddist so manniliga, mátti boyggja seg fyri herviligari sjúku. Tað er ófatiligt, veruleikin er trupul at góðtaka, men sum Inga uttan iva sjálv hevði sagt: "lívið má halda fram" og so hevði hon brett upp um armar og var farin til verka. Í djúpu sorg okkara eru góðu og bjørtu minnini ein uggi og geva styrki at halda fram, har Inga slepti.
Inga var heil, har hon var, kundi á vøllinum tykjast avgjørd og sjálvráðin, men aftanfyri fjaldi seg ein ivandi og hjartagóð persónmenska. Hon vildi ongantíð gera nøkrum órætt, og hon royndi altíð at skilja tingini frá fleiri síðum. Hon var Neistakvinna av heilum hjarta, og hennara partur lá ikki eftir, heldur ikki um brúk var fyri henni uttan fyri vøllin. Í venjingini gav hon seg altíð fult og heilt og var fyrimyndin fyri mangan av viðspælarum sínum. Venjarar og tey, sum vóru uttan um liðið, vistu, at tey í Ingu høvdu ein vinnara. Bæði til venjing og til dyst ofraði hon tað, sum skuldi til og meira afturat fyri at vinna. Inga hevði vilja og yvirskot sum fáur; var formurin eftir hennara egna tykki ikki nóg góður, so rann hon nakrar ferðir oftari enn hinar, tí hon mátti orka og hon orkaði. Hon kravdi nógv, bæði av sær sjálvari og viðspælarum sínum, men hon gav eisini nógv. Hon var skemtilig og hittinorðað og var ikki bangin fyri at fara um mark. Kundi møta upp til avgerandi dyst við appilsingulum hári ella onkrum uppaftur øðrvísi. Hon tordi, og hon oysti av sínum yvirskoti, tí var altíð avbjóðandi, skemtiligt og hugnaligt at vera saman við henni. Hon var ein góður vinur, tú kundi leggja títt hjarta víðopið fyri hana, og hon gav sær stundir at lurta eftir tær; var samstundis følin, kendi á sær, um okkurt ikki var sum tað skuldi hjá liðfeløgum sínum, og sum liðskipari ofraði hon nógva tíð og nógv av sær sjálvari fyri at fáa liðfelagsskapin at virka.
Í sínum arbeiði var hon eisini altíð hjálpsom og fyrikomandi. Komst tú á gátt í ítróttarhandlinum, har hon starvaðist, so var hon altíð til reiðar at finna tað fram, sum júst tær vantaði. Hon hevði altíð tíð og yvirskot til eitt hugnaligt prát, og sjálvt eftir at sjúkan hevði gjørt vart við seg, var tað tann sama glaða og fryntliga Inga, sum tú møtti í handlinum, sum sjálvt tá hevði yvirskot til at tosa við fólk um teirra trupulleikar, og eisini hevði yvirskot at ugga fólk, sum høvdu hug at eymka hana. "Nei, hon skuldi bara fáa svar upp á kanningarnar og armin at virka aftur, sum hann hevði gjørt áður, so var hon klár at spæla fult og heilt á 1. deild aftur". Liðið hevði brúk fyri at vinna, og tí vildi hon hjálpa til við. "Eg havi ov nógva orku í mær at sita á beinkinum í fyrstu deild, so heldur spæla heilan dyst við 2. deild", sum hon sjálv hevði á orði, einans tveir mánaðir áðrenn hon andaðist. At tað kanska meiri var vilji enn orka, her var talan um, er ein onnur søga, men tað er ein góð mynd fyri, hvussu nógv Inga altíð legði fyri, og at hennara partur ongantíð lá eftir, tá tøk skuldu takast og dystir skuldu vinnast.
Vit vildu øll, at hon eisini hevði vunnið sín seinasta dyst, tó at so skuldi ikki verða, men í Neistanum hevur hon gróðursett viljan og áræðið, sum fer at bera ávøkst millum teir leikarar, sum spældu saman við Ingu og millum teir yngru leikararnar, sum sóu hana sum sína fyrimynd.
Orð eru fátæk slíkar løtur í lívinum, men sjálvt í sorgini geva minnini styrki, og Inga var ein sum við síni gleði og sínum lívsvilja skapti vón og trúgv uppá, at alt helst fór at laga seg tá til stykkis kom. Vit hava øll mist, men svárast eru sorgin og saknurin hjá tykkum sum stóðu henni næst. Gævi tit finna styrki í minnunum um tykkara kæru konu, mammu, dóttur, systur, ommudóttur, verdóttur, svigarinnu og fastur.
Ærað veri minnið um Ingu.
Vár