Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:
Dagliga ganga umleið 270 næmingar á skúlanum. Næmingarnir fáa undirvísing í ymsum skeið um so sum EUD (siðbundna land búnaðarútbúgvingin) og EUX (land búnaðarútbúgvingin og STXmiðnám).
Tað serstaka við Gråsten Land brugsskole er, at øll undirvísingin gongur fyri seg á skúlanum. Bæði tað praktiska og tað bókliga. Av tí sama eru allir lærararnir eisini á skúlanum.
Harvið kunnu allir næmingar vera á skúlanum og hava sín gerandisdag saman við hinum næmingunum.
Næmingarnir hava møguleika at búgva á skúlanum, og tað gevur vinarløg fyri lívið.
– Her eru altíð nógvir aktivitetir, so man fer ongantíð at keða seg, siga tey úr skúlanum.
Gerandisdagurin hjá næmingun um er ongantíð líka, og býtið millum teoretiska og praktiska undirvísing riggar væl.
– Næmingarnir verða undirvístir í einum ávísum evni, og síðani fara teir
út í okkara egna jarðarbrúk og royna tað í praksis. Hetta fyrireikar næmingarnar væl til at fara víðari.
Møguleiki er eisini fyri námsferðum í Danmark og uttanlands – til dømis Suðurafrika, Týsklands, Kanada og USA.
– Her hava næmingarnir møgu leika at uppliva, hvat onnur lond gera í sambandi við landbúnaðin, og fáa góðan íblástur, sum teir kunnu brúka heima.
##med2##
Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her












