Ein nýggj stjørna tendraði

Hóast hann hvørki skoraði ella legði upp til mál, so var Jann Ingi Petersen stóra samrøðuevni eftir sín fyrsta landsdyst

Stjørnuskot

Lítil ivi mundi vera um, hvør var dagsins maður á føroyska landsliðnum sunnudagin.
19 ára gamli Jann Ingi Petersen var fyri fyrstu ferð í landsliðsbúnanum, og rættiliga óvæntað fall tað honum eisini í lut at byrja millum teir fyrstu ellivu. Ein uppgáva, sum hann loysti somikið væl, at venjari lat hann vera á vøllinum allan dystin á tamb.
Sjálvur visti Jann Ingi av ongum sunnumorgunin, men sum vera man, so fegnaðist hann um møguleikan, sum soleiðis kom sendandi.
- Eg ivaðist ikki í, at eg skuldi byrja á beinkinum, og sum so hevði eg bara vónað at sleppa inn á vøllin. Sunnumorgunin fekk eg so boð um, at eg skuldi byrja inni, og sjálvandi gleddist eg um hetta.
Fyrstu løtuna av dystinum var annars ikki so nógv, sum bendi á, at dagurin skuldi gerast so stórur hjá Jann Inga, men eftir at hava arbeitt seg inn í dystin fyrsta hálva tíman, kom verulig ferð á. Hetta bendi nógv tann vegin, at talan var um premieru-nervar, men sjálvur var leikarin ósamdur í hesum.
- Eg haldi slettis ikki, at eg hevði nervar. Sjálvandi var eg spentur, men eg setti mær bara fyri at gera mítt besta, og tað haldi eg gekk so hampuliga væl.
- Eg má tó eisini siga, at eg hevði væntað meira av mótstøðuni. Sjálvandi oyðilegði útvísingin nógv fyri teir, men teir vóru so avgjørt til at tosa við.

Fer ikki uppfrá
Hóast framúrskarandi debut?in, so er eingin ivi um, at unglingurin av Toftum enn hevur bæði beinini væl og virðiliga á jørðini.
Í øllum førum var hann als ikki vísur í nøkrum sum helst, tá vit spurdu hann, um hann helt avrikið sunnudagin hava borgað fyri meira spælitíð týsdagin.
- Tað fáa vit at síggja. Nú koma seks mans aftur, og einki er at ivast í, at teir eisini skulu inn á liðið. Sjálvandi vildi tað verið stuttligt, um eg aftur slapp at royna meg, men hetta merkir so eisini, at seks mans skulu setast av liðnum.
- Eg fái so ikki gjørt meira enn tað, sum eg havi gjørt, og so má Henrik gera av, hvørt hetta var nóg mikið, ljóðaði lítillætnu boðini frá nýggja stjørnuskotinum á landsliðnum.
n