Hondbóltur
Umberingar millum viðhaldsfólk hjá Neistanum eru helst fleiri í tali eftir grannauppgerðin móti Kyndli mikukvøldið.
Millum annað varð longu undan dystinum staðfest, at hvørki Damir Oros ella Blagoje Buha vóru tøkir til dystin, og at hetta uttan iva fór at skerja liðið nakað.
Hjá Kyndli vóru allir mans tøkir. Tað hevur tó áður víst seg, at hetta í sjálvum sær ikki er nakað garanti, og hja´grønu viðhaldsfólkunum mundi størsti óttin vera, at talan skuldi gerast um enn eitt kvøld, har Kyndil sum favorittur skuldi snáva í einum annars á pappírinum løttum dysti.
Væntandi hugburður
Men tað gjørdist talan so ongantíð um mikukvøldið. Fyrst og fremst tí Kyndil frá fyrsta bríksli tóktist uppsettir uppá, at hetta skuldi ikki kiksa. Í álopspartinum fann Jakob Jónsson alt fyri eitt rætta stevið, og eftir at Áki Mørk var sloppin til skot einar tvær-tríggjar ferðir fyrstu løtuna, hevði Kyndil lisið hesa álopshóttanina av, og so varð stongt í verjupartinum.
Og so var mest sum liðugt hjá Neistanum. Úr 3-3 broyttist støðan til 12-3, og orðið, bankur, var so smátt farið at lúra í høllini. Fremsta orsøkin var, at Neistin fyrstu heilt longu løtuna ikki hevði nakað annað álopsvápn, enn at lata ein illa upplagdan Áka Mørk stýra spælinum, umframt at Dann Thorleifsson so kundi høgga okkurt skotið inn av og á.
Hartil tóktist innsatsurin hjá Neistanum á ongan hátt benda tann vegin, at menninir trúu upp á møguleikan í dystinum.
Og tað gerst ikki órevsað móti Kyndli. Serliga ikki, tá hugburðurin hjá leikarunum er av slíkum slag, sum hann var mikukvøldið. At talan er um sterkan hóp, sást kanska einamest á beinkinum. Her sótu leikarar sukm Ragnar Stakksund, Janus Einar Sørensen og Finnur Hansson fyrstu løtuna, og so kundi tað mest sum gera tað sama, hvussu skift varð út. Kyndil var á øllum plássum munandi betri fyri. Og tann staðfestingin gjørdist bara alt sterkari, sum dysturin leið.
Kyndil ávegis endurtøku
Skal Neistin taka nakran lærdóm við sær úr dystinum, so má hesin fyrst og fremst vera, at megnar tú ikki at spæla, so noyðist tú at stríðast. Tann hugburðin var ungi Tróndur Kragesteen einsamallur um at vísa mikukvøldið.
Hartil tóktist dysturin eisini prógva, at enn er breiddin á bláa liðnum ov lítil, til at teir veruliga kunnu gera um seg í oddinum.
Kyndil tóktist hinvegin enn einaferð prógva, at liðið avgjørt hevur møguleikan til aftur at enda ovast. Ein tann størsta styrkin hjá liðnum er helst, talið av profilum, sum kunnu avgera ein dyst, er somikið stórt, at tað nærum altíð eru ein ella tveir, sum hava ein góðan dag. Kryddað við teknisku finessunum hjá Jakob Jónsson tykist hetta vera ein blanding, sum fá onnur lið kunnu matcha. Hartil er málmunurin hjá liðnum longu nú somikið góður, at hetta í sjálvum sær kann vera eitt eyka stig vert. So er einasti spurningurin, um liðið megnar at halda støðinum gjøgnum alt árið. Hetta hevur áður víst seg sum ein trupulleiki, men svarið upp á hendan spurningin fæst kanska longu komandi sunnudag, tá VÍF er mótstøðuliðið í Vestmanna.
Fakta um dystin
Kyndil-Neistin 42-21 (19-10)
Málskjúttar
Kyndil: Josef Abrahamsen 11(3), Høgni Klein 9, Jakob Jónsson 7, Rókur Akralíð 6, Finnur Hansson 3, Hans Arni Thomsen 2, Janus Einar Sørensen 2, Ragnar Stakksund 1, Hans Áki Dal Christiansen 1
Neistin: Tróndur Kragesteen 7(3), Dann Thorleifsson 4, Jón Ludvig 4, Áki Mørk 2, Helgi Michelsen 1, Roar Dasgarð 1, Freddie Poulsen 1, Rani Slættanes 1
Brotskøst: Kyndil 5, Neistin 4
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 3
Dómarar: Pole Hansen & Hartvig Joensen. Høvdu fleiri heldur løgnar dómar.