Áðrenn Berlinmúrurin fall var Týskland klovið í tveir partar. Eysturtýskland var tilafturskomið og útarmað, meðan Vesturtýskland var framkomið og eitt av heimsins ríkastu londum. Eg var sjálvur staddur í Berlin tá ið múrurin fall og gloymi eg ongantíð aftur róman og søguligu umskaringina, sum hendi beint fyri eygunum á mær. Berlinmúrurin var einki minni enn ein tragedia fyri týska fólkið og restina av Europa. Ella við øðrum orðum, Týskland var eitt land, men tvey fólk.
Mikukvøldið 5. november 2003 var fundur á Hotel Øravík um kommusamanlegging í Suðuroy. Nógv fólk hevði leitað sær til Øravíkar og var hetta ein stak áhugaverdur fundur. Ja, einki minni enn ein søguligur fundur. Upprunin til fundin er ivaleyst tiltakið, sum Tvøroyar komuna hevur tikið stig til, at spyrja sínar borgarar, hvørja støðu tey hava til kommunusamanlegging.
Á fundinum í Øravík komu ymisk sjónarmið til greinar, men millum fundarluttakararnar var breið semja um, at tíðin er komin til, at Suðuroyggin eigur at skipast sum ein kommuna. Onkur skeyt upp, at Suðuroyggin bleiv skipað sum tvær kommunur, men hesum tóku flestu fundarluttakararnir og flestu borgarstjórarnir ikki undir við, við teirri próvførslu, at so enda við bara í somu støði sum nú, í toganini millum syðra og norðara part av oynni.
Eg skilji væl at fólk eru góð við sína gomlu kommunu, og at tað kann vera torført at sleppa vanahugsan fyri borð. Men støðan í Suðuroynni er so álvarsom nú, at tað er neyðugt við nýggjum hugflogi, miðvísari hugsan og djørvum avgerðum. Ikki tí, ein samanlegging eigur ikki at fremjast bara tí at talan er um samanlegging, eins lítið og sundurbýtið eigur at varðveitast bara tí at talan er um sundurbýti. Tað avgerandi er, hvat gagnar oynni og okkum suðuroyingum.
Høvuðsargumentið fyri ikki at vilja leggja saman er, at so missir fólkið tað neyva sambandið til lokalu umsitingina. Hetta haldi eg er púra rætt tá talan er um t.d. ES, tí tað er so ómetaliga langt frá t.d. Aberdeen í Skotlandi til øgiliga beurokratiið í Strassbourg og Bruxelles. Men her á oynni er støðan ein heilt onnur, tí øll kenna meira ella minni hvønn annan, so nærdemokratiið er ikki í vanda um ein felags miðfyrisiting verður placerað miðskeiðis á oynni, t.d. í Hovi. Ein slík placering hevði eisini stað-fest til lítar, at vit eru ein oyggj og eitt fólk. Eftir er so bara at fáa gjørt Hovstunnilin eftir leistinum hjá Peturi Hammer niðri í Dalinum beina leið til Øravíkar, sum allir suðuroyingar eru samdir um. Alt annað er vitleyst!
Fyrimunirnir við eini samanlegging í eina kommunu haldi eg eru óteljandi. Finnleif Guttesen, Nita Næs, Kristin Michelsen, Wiberg Sørensen og onnur hava longu víst á fleiri ágóðar. Sum nú er detta ørgrynna av málum niðurfyri, tí vit suðuroyingar ikki kunnu samjast um placeringarnar. Fáa vit ein felags kommunalan pengakassa er tað líkamikið hvar stovnar verða placeraðir, tí alt endar í sama kassa og kemur allari oynni til góðar. So kunnu vit draga eina línu og krevja okkara rætt. Her hava vit nógv at læra av norðoyingum, sum, so ósamdir teir eru, duga at standa saman tá ið á stendur, og sum tí eisini fáa nógv burtur úr. Ein annar stórur fyrimunur er ein effektivari miðfyrisiting, soleiðis at øll oyggin er felags um øll mál, samtykt av einum felags býráði, og ikki sum nú, har t.d. barnaverndir og bókasavn er tægað sundur í kommunalar eindir. Harumframt er hópurin av nevndarsessum at spara, peningur, sum kann nýtast til meira týðandi mál, sum fyirsitingin skal loysa. Og ikki minst, við einum felags kommunalum pengapolitikki og pengakassa missa okkara landspolitikarar, sum umboða Suðuroynna, grundarlagið fyri at draga hvør sína línu, sum teir eru ekspertar í í dag, og sum er ein vanlukka fyri Suðuroynna.
Góði suðuroyingar. Vit hava ikki brúk fyri einum Berlinmúri í Suðuroynni. Latið okkum sleppa gomlum aggi til frama fyri nýhugsan og framtíðarvisiónum. Hetta er ein livilig oyggj og vit hava ikki ráð til at missa ungdómin, tí uttan ungdóm er eingin framtíð. Og gloymið ikki, at framtíðarkorini nú liggja í okkara hondum.
Latið okkum skipa okkum sum ein kommuna, ein oyggj - og eitt fólk.