MIÐEYSTUR
Hvør var Abu al-Qaqa? Jú, hetta er kanska tann mest óviðkomandi spurningurin at seta í vikuni, tá ið so mætir og týðandi menn, sum Clinton og Blix hava vitjað. Men Irak, saman við kjarnorku-vápnum, hava verið uppi og vent í kjakinum. Abu al-Qaqa, eisini kendur við hansara upprunaliga navni Mahmud al-Aghasi, var ein av fleiri prædikumonnum í miðeystri, sum tala harðliga ímóti amerikonsku innrásini av Irak. Men samstundis talaði hann ímóti al-Qaida í einstakum prædikum ráddi hann ungum frá at fara til Irak í kríggj. Á heimasíðum og kjaksíðum fekk hann nógvar ákoyringar frá al-Qaida viðhaldsmonnum fyri at vera í lummunum á sýrisku myndugleikunum. Drápsmenninir sigast at vera irakar og hava tilknýti til al-Qaida.
Í Sýria verður dúgliga kjakast um prædikumannin, ið dróg í túsundatali av ungum aleppo-búgvum til moskuna har hann helt sínar eftir hondinum kendu talur, ið m.a. forbannaðu amerikonsku hersetingina í grannalandinum Irak. Spurningar, sum neyvan heilt vera svaraðir, verða settir: hvør drap hann, ella heldur, hví varð hann myrdur? Grovu linjurnar til ein modernaðan amr. action/thriller film eru teknaðar upp. Men hetta er altso tann poltiski veruleikin, sum nú flestu sýrar einaferð fyrihalda seg til.
Sami Moubayed skrivar regluliga fyri Asia Times. Hann er sýri og søgufrøðingur, og eftir hansara greinum at døma, helst eitt slag av einum loyalum stjórnar-spindoktara. Undir heitinum »An Anti-US voice is silenced« sigur hann frá prædikumanninum.
Á veg úr eini mosku einastaðni í norðara parti av Sýriu, fríggjadagin 28. sept., bleiv hann skotin og myrdur.
Hann var av kurdiskari ætt, føddur í 1973 og uppvaksin norðanfyri Aleppo, ikki so langt frá markinum til Turkalands. Við útbúgving úr Damaskus og kandidat- og doktara-heiti úr Islamska lærda háskúlanum í Karachi, Pakistan, kom hann framat prædikustólum í stórbýnum Aleppo fyrst í 1990unum. Í 2003 undir Irak-krígnum gjørdist hann kendur í Aleppo og dróg stórar áhoyrarafjøldir, helst orsaka av hansara ógvuliga anti-amerikanska tóna. Sum sýriska keldan greiðir okkum frá, gjørdist hann kendur mest sum yvir nátt. Júst um somu tíð, árið 2003, gekk tað fram á hjá politiskum flokkum, ið høvdu átrúnað ovast í teirra stevnuskrá – hetta var sjónligt í Irak, Palestina og Libanon. Abu al-Qaqa gjørdist sera væl umtóktur millum ungdómar, sum ein onnur popstjørna. Um onkur reypaði sær av at hava verið til eina konsert hjá snøggu libansku sangarinnuni, Haifa Wahbe, so vóru tað hinvegin fleiri onnur sterkari í trúnni, sum kundu svara aftur: »Á ja? Eg var akkurát til eina prædiku hjá Abu al-Qaqa.«
Hansara talur vórðu upptiknar á kassettu-band og fløgu - og seldu sum heit breyð. Amerikanska stjórnin og innrásin av Irak fingu av at vita í hesum prædikum. Neyvan hevur nakar amerikanskur repulikanari set fótin innum hansara mosku. Hann umboðaði tann javna borgaran í Sýriu. Hesin, sum, eins og tey allarflestu, lítla og onga ávirkan hevur á sítt umhvørvi og sum eisini er stak illa nøgdur við tað sum gongur fyri seg. Við keldu okkara í Sýria, segði ein trúgvur áhoyrari: »Hann er ein røðari, ið bergtekur við framúr góðum talugávum, afturat tí er hann ein meistari til kjak.«
Tað er týðuligt, at hann hevur fingið greið boð frá sýrisku fregnartænastuni, tí illa lýddu al-mukhabarat. Hetta hevur so verið eftir 2003. So leingi hann ikki eggjaði til harðskap ímóti Sýrisku stjórnini og hennara vilja, so gekk tað. Tí um nú hansara ungu fjepparar skipaðu seg, so kundi hetta jú gerast ein byrjan til eina harðrenda og vandamikla ungdómsmentan. Í 2006 í saudisku sjónvarpsrásini al-Arabiyya svaraði hann ákærum, ið søgdu hann hava eggjað sýrum at fara til Irak at berjast. Hann segði seg hava rátt uml. 15.000 á einum ungdómsfestivali, stutt eftir innrásina, frá at blanda seg upp í stríðið hinumegin irakska markið. Eisini tók hann upp samstarv við sýrisku myndugleikarnar har hann m.a. útgav ein bókling, har hann tók frástøðu til al-Qaida og vísti á tað góða í tryggleikanum, sum sýriska fregnartænastan veitti.
At ein sera væl dámdur prædikumaður í Sýria verður dripin av møguligum irakskum gerningsmonnum kann bera boð um ta døpru framtíðina, sum fleiri eygleiðarar hava spátt fyri Miðeystri. Vandi er jú alla tíðina fyri at rokið í Irak skal spreiða seg til grannalondinum vestanfyri, Libanon, Sýria og eisini Ísrael, har ein longu spent politisk støða støðugt foldar seg út. Men tað tykist ikki sum risin fyri vestan, sum støðugt slær á krígstrummurnar, við øllum sínum hernaði í Golfinum, tekur serliga fyrilit til hesa støðu – vónandi er tað ikki so. Í øllum førum sita kring allan heimin eygleiðarar og fylgja óróliga við hesum parti av heiminum.
MYNDATEKSTUR:
»Hann er ein røðari, ið bergtekur við framúr góðum talugávum, afturat tí er hann ein meistari til kjak.« Soleiðis verður myrdi prædikumaðurin, Abu al-Qaqa, lýstur.
Í EINA GREINABOKS: Haifa Wahbe – ein poppstjørna
Libanska popstjørnan Haifa Wahbe svarar soleiðis nøkulunda til okkara Britney Spears. Í 1995 vann unga Haifa eina vakurleikakapping og sambært hennara almennu heimasíðu gjørdist hennara sjarma ein lopfjøl til »the world of fame, fashion and music«. Um hetta mundið átti hon eina dóttir, og samstundis helt hjúnarbandið ikki. Eftir hjúnarskilnaðin hevur hon ikki sæð dóttir sína, tí hon misti foreldrarættin. Hetta hevur verið lýst sum ein gøla í fjølmiðlum har á leið. Tá ið alt hetta kom fram, varð hennara vakurleika-heitið tikið frá henni, tí eftir kappingarreglunum kundu luttakararnir ikki vera giftir. Men eftir hesa gøluna kom hon fyri seg aftur í arabiska poppheiminum.
Í arabiskum fjølmiðlum og almennum kjaki í fleiri londum er Haifa kend sum ein av teimum ómoralskum sangarinnunum, sum eru alt, alt ov illa ílætnar. Arabisk sjónbandaløg við hittum hjá Wahbe goyma á ongan hátt hennara kvinnuligheit.
Í EINA GREINABOKS: Irakisk flóttafólk í Sýria
ST metir, at 1.4 milliónir milliónir irakisk flóttafólk eru komin yvir um markið til Sýria. Hetta merkist m.a. á prísum í sýriska høvuðsstaðnum. Tilsamans metir ST at 2.2. milliónir irakar eru fluttir úr Irak eftir 2003.