Ein ræðuligur seinni hálvleikur hjá Kyndli

(Rás2) Seksmálsskjúttin hjá Kyndli, Tummas Pauli Hanusarson er vónbrotin um, at Kyndil fór í svart í seinna hálvleiki

Tummas Pauli Hanusarson upplivdi hondbóltin frá tí bestu og frá tí ringastu síðuni í dag, tá hann og liðfelagarnir møttu KÍF á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn.

 

Í fyrra hálvleiki var Kyndil á odda 15-13, og tá var Tummas Pauli Hanusarson eyðsýndur og skoraði fimm mál. Í seinna hálvleiki fór Kyndil púrasta í svart. Teir grønu skoraðu bara níggju mál í seinna hálvleiki, og lótu 18 mál inn. Tummas Pauli sjálvur fekk bara eitt mál í seinna hálvleiki.

 

Tummas Pauli Hanusarson er harmur um, at hann og liðfelagarnir góvust við skjótálopunum, sum royndust so væl í fyrra hálvleiki.

 

Kenslan var sera ring ímóti dystarenda, har tað ráddi bara um at fáa dystin bríkslaðan av skjótast møguligt. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Tummas Paula Hanusarson aftaná 24-31 tapið hjá Tummas Paula og liðfeløgunum í Kyndli ímóti KÍF fyrr í dag.