Ein søgulig ferð gjøgnum føroyskar bókaútgávur

So er løtan skjótt komin, har føroyskir lesarar sleppa á kanningarferð í eldri føroyskum bókaútgávum. Stóra bókaútsølan nærkast við góðum bókakvettum í eygsjón og kanska eini áminning um bókina, tú hevði gloymt, at tú einaferð ynskti tær

Næsta mánað byrjar stóra várútsølan av føroyskum bókum, sum Bókhandlarafelagið og Bókadeildin skipa fyri. Hóast talið á føroyskum útgávum er vaksið alsamt seinnu árini, er føroyski marknaðurin framvegis so mikið avmarkaður, at bókaútsøla bert er triðja hvørt ár. Bøkurnar, sum verða seldar á bókaútsølu, skulu vera í minsta lagi trý ára gamlar og kunnu bert verða við á tveimum útsølum.
Fjølbroytt úrval
Men ríkiligt er framvegis at velja ímillum, og væntar Kári Árting á Bókasøluni í SMS, at eini 250  350 tittlar innan allar sjangrur verða at finna á komandi bókaútsølu. Eins og undanfarin ár, hava fyriskiparnir eisini heitt á privatfólk um at gera vart við seg, um tey hava bøkur, sum tey vilja hava við á bókaútsøluna.
- Vanliga hava vit eina rættiliga góða mynd av, hvat tey stóru forløgini møguliga liggja inni við. Men í Føroyum finnast tað jú nógv, sum geva bøkur út á egnum forlagið og kanska eisini liggja inni við einum restupplagi, sum vit ikki vita um. Slíkum taka vit eisini fegin ímóti til útsøluna, sigur Kári, sum heldur, at hesar privatu útgávurnar ofta eru við til gera útsøluna enn meir fjølbroytta og spennandi.
Hóast bøkurnar, sum eru við á bókaútsøluni, ikki eru nýggjar, ger tað ikki úrvalið minni spennandi heldur Kári. Tvørturímóti er bókaútsølan í ávísan mun at líkna við eina søguliga kanningarferð gjøgnum eldri føroyskar bókaútgávur.
- Tað koma jú meir enn 100 nýggjar føroyskar bøkur út á hvørjum ári. At onkrar verða gloymdar er kanska ikki so løgið, men tað merkir ikki, at tær hava mist áhuga, sigur Kári og vísir á, at á tann hátt verður útsølan ofta ein áminning um bøkur, fólk ikki fingu í lag at keypa, men framvegis fegin vilja hava. Bókasølan verður tá ofta seinasta útkall at fáa sær hendir á teimum.
Potter-effekt
Til hesa bókaútsøluna er Kári serliga spentur at síggja, hvussu tað fer at ganga við søluni av ungdómsbókum. Ungdómsbøkur eru ikki tær, føroyskir bókahandlar hava selt mest av, men okkurt bendir á, at ein broyting nú er á veg.
- Harry Potter bøkurnar mugu sigast at hava vakt ein heilt nýggjan lesihug millum ung, sum tykist at breiða seg til aðrar ungdómsbøkur. Tað er væl hugsandi, at hetta fer at síggjast aftur á bókaútsøluni í ár, heldur Kári.
Kári letur annars væl at áhuganum fyri bókaútsøluni sum heild. Fólk keypa heilt nógvar bøkur á útsøluni, og tað kemst ikki bara av freistingini at kunna ogna sær eina bók fyri á leið hálvan prís. Nógv koma við onkrari heilt ávísari útgávu fyri eyga og brúka ofta útsøluna sum høvi at skaffa sær manglandi eintøk í eini bókarøð ella røð av tíðarritum. Á seinastu bókaútsølu vóru til dømis fleiri eldri útgávur av Kvinnutíðindi við, og vóru hesi millum tey fyrstu, sum fóru yvir um diskin.
Bókaútsølan verður í døgunum 29. mars til 6.mei. Stór útsøluavís verður send út nakrar dagar áðrenn, so fólk í frið og náum sleppa at kunna seg um útsølubøkurnar.