Ein sera løgin kanning

Tann kritikkur sum verið hevur av bankakanningini kann nú væl hava við sær, at kanningarhátturin verður broyttur. Fleiri flokkar í Fólkatinginum krevja nú beinleiðis, at avhoyringarnar verða almennar og støða verður tikin til mistøk og vansketni

Tað sær út til, at tann føroyska bankakanningin fær avleiðingar í Danmark.

Ikki fyri ráðharrar ella embætismenn, men fyri hvussu tílíkar kanningar skulu skipast í framtíðini.

Tá Tamila-málið var frammi fyri nøkrum árum síðani, stóðst stórt orðaskifti á Fólkatingið um hvussu tílíkar kanningar skulu skipast.

Kanningin um Tamila-málið varð skipað sum ein dómarakanning undir leiðslu av Mogens Hornslet, hægstarættardómara.

Mogens Hornslet legði ikki fingrarnar ímillum í sínari niðurstøðu og tað var beinleiðis orsøkin til, at stjórnin hjá Schlüter legði frá sær, og Nyrup tók við sum forsætisráðharri.

Fyri fleiri politikarar hevði henda kanning eisini stórar fylgjur.

Grethe Fenger Møller varð í rættinum dømd fyri at hava logið fyri kanningarleiðaranum um sín leiklut, varð dømd og hvarv síðani av politiska pallinum.

Britta Schall Holberg fekk eisini trupulleikar av sínum leikluti, og tí fór hon eisini úr politikki.

Aðrir politikarar høvdu aðrar trupulleikar at dragast við. Viggo Fischer verður framhaldandi mintur á kanningina við setninginum »Det husker jeg ikke«. Hetta var hansara fasta svar til allar spurningarnar frá Hornslet dómara. Heldur ikki hann situr í Fólkatinginum meir.

Men tann sum fekk størstar trupulleikar, var Erik Ninn-Hansen, løgmálaráðharra. Hann varð stevndur inn fyri Ríkisrættin, og tað er óvanliga sjáldan, at tað hendur í Danmark.

Eisini embætismenn fingu koyrilin at smakka. Onkrir teirra vórðu fluttir í annað starv, meðan aðrir fingu ávaringar.


Ynsktu annan kanningarhátt

Í orðaskiftinum aftaná Tamila-kanningina kom greitt fram, at Vinstri-flokkurin og Konservativi flokkurin ynsktu annan kanningarhátt.

Teir søgdu alla tíðina, at tað var skeivt at stevna Ninn-Hansen fyri Ríkisrættin og hildu ikki, at tað í framtíðini skuldi verða møguligt at koma til slíkar niðurstøður.

Hetta varð eisini beinleiðis orsøkin til, at Konservativi flokkurin vildi hava eina kanningarnevnd mannað við serfrøðingum, heldur enn eina dómarakanning.

Politikararnir vildu ikki hava, at ein dómari skuldi seta teir uppá pláss ella geva teimum ákoyringar. Tí skuldu teir nokk taka sær av sjálvir.

Fyri at fáa kvalifiseraða hjálp á økinum setti Fólkatingið eina nevnd at arbeiða við einum uppskotið til hvussu slíkar kanningar skulu skipast í framtíðini. Nordskov-Nielsen nevndin hevur nú sitið í fleiri ár, men enn er onki útspæl komið haðani.

Tað skilst tó á øllum brøgdum, at tað ikki fer at taka so langa tíð afturat áðrenn nevndin leggur fram uppskot sítt.


Harður dystur

Tí leikaði tað hart á millum londini bæði, tá ið eitt samt føroyskt løgting kravdi at danska stjórnin setti eina dómarakanning fyri at kanna hvat var farið fram í bankamálinum.

Danska stjórnin setti hælarnar í bakkan og vildi ikki geva seg.

Úrslitið kenna vit. Bankamálið varð kannað av eini serfrøðinganevnd, sum skuldi greiða frá hvat fram var farið, men annars onki meira.

Hetta rákið tykist nú at venda enn einaferð.

Og so løgið tað ljóðar, so sær út til, at Fólkatingið er á veg aftur til útgangsstøði, nevniliga til dómarakanningarnar.

Millum annað er orsøkin tann, at í teimum kanningunum verður støða tikin til mistøk og vansketni.

Bjørn Elmquist, formaður í rættarnevndini hjá Fólkatinginum sigur, at tað ikki er rætt, at Fólkatingið bert hevur ein kanningarhátt.

? Mín meting er, at Fólkatingið frá málið til mál skal meta um hvør kanningarháttur skal brúkast.

? Mál við nógvari politiskari íblanding skulu viðgerast fyri opnum hurðum, meðan mál, har embætismenninir eru íblandaðir skulu viðgerast fyri afturlatnum hurðum.

Somuleiðis skulu krøvini til vitniábyrgd verða ymisk sigur hann.

? Fyri afturlatnum hurðum við vitniábyrgd, og fyri almenninginum undir øðrum treytum.

? Tað hevur týdning, at almenningurin kann hava álit á frágreiðingunum og niðurstøðunum.

Bjørn Elmquist heldur tó ikki, at tað er neyðugt, at tað er ein hægstarættardómari sum stendur fyri kanningini.

? Eg rokni við at tað er betri um tað er ein landsrættardómari stendur fyri kanningini.

Óansæð hvat hendir, so eru tað Fólkatingið og stjórnin sum skulu taka avleiðingarnar av niðurstøðunum í einari kanning.

Framsøgumaðurin í rættarmálum hjá Vinstra-flokkinum, Birthe Rønn Hornbech, er samd við Bjørn Elmquist.

? Vit vóru væl greið yvir, at frágreiðingin í Føroya Banka-málinum onki fór at siga um ráðharraábyrgd, tí tað hevði hon ikki fingið heimild til. Men vit mugu so samstundis viðganga, at tað er trupult at brúka frágreiðingina til nakað, uttan at gera eitt eyka kanningararbeiðið.

Bjørn Elmquist gleðist yvir, at Vinstri-flokkurin hevur broytt hugsan:

? Men eg havi enn ikki hoyrt teir siga, at Tamila-málið fekk ein rættan enda, og at tað var rætt at stevna Ninn-Hansen fyri Ríkisrættin.

Eisini Konservativi flokkurin er við at broyta hugsan. Framsøgumaðurin hjá teimum í hesum máli, Hans Engell, sigur:

? Eg má viðganga, at úrslitið av Føroya Banka-málinum hevur verið so vánaligt, at vit mugu taka støðu til, um vit í framtíðini skulu hava tað við í slíkar kanningar, at tær skulu meta um vansketni og mistøk.

Hann er tó ikki bangin fyri at Fólkatingið endar aftur í sama sporið sum áðrenn Tamila-málið.

? Um kanningararbeiðið hjá Nordskov-Nielsen endar við, at vit enda aftur har vit vóru, ja so er tað tragikomiskt, sigur Hans Engell, og leggur afturat:

? Og tað rokni eg við, at Fólkatingið kemur at angra.


Kanning uttan niðurstøður

Sum sagt, varð Tamila-kanningin orsøkin til, at Fólkatingið kravdi broytingar í kanningarháttinum.

Tað sum fyri føroyingar var so óheppið var, at tá kravið um kanning kom úr Føroyum, vóru ongar rætningslinjur gjørdar.

Tí varð kanningin skrúvað saman so at hon passaði teimum konservativu best.

Fyri afturlatnum hurðum, uttan dómara og uttan meting av mistøkum og vansketni.

Um føroyingar vóru nøgdir við tað teir fingu, hevði eftir øllum at døma ongan týdning.

Vit standa eftir við eini kanning, sum danskir politikarar ikki kunnu brúka, tí teir skulu gera fleiri kanningar fyri at kenna tað veruliga úrslitið.

Og vit standa eisini eftir við einari kanning sum onki sigur um ábyrgdina hjá Den Danske Bank, ella um møguliga endurgjaldsskyldu.

Og vit standa eftir við eini kenslu av, at danskir embætismenn hava snýtt okkum soleiðis, at vatnið rennur av okkum

Men tað hjálpir onki, tí kanningarnevndin hevur onki sagt um tað.

Tað skuldi hon heldur ikki, tað var ongantíð ætlanin.

Ein løgin kanning, sum var nógv betri fyri tey sum settu gongd á bankamálið, enn hon var fyri tey sum vórðu rakt av tí.

Ein sera løgin kanning.