Ein serlig sólarmyrkingaruppliving á Kongavarða

(Ljóðsamrøða) Hoyr Alvin Doss úr Malaysia greiða frá sínari serligu uppliving, fríggjadagin 20. mars

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr malaysiska føroyavinin Alvin Doss greiða frá síni heilt serligu sólarmyrkingaruppliving, sum hann hevði uppi á Kongavarða omanfyri Argir, fríggjamorgunin 20. mars.

 

Fyri Alvin Doss var talan um eina stóra uppliving, bæði menniskjaliga og átrúnaðarliga. Hoyr hann greiða frá á góðum og livandi enskum máli.

 

Alvin Doss hevur áður búð í Føroyum, men er nú giftur svenskari kvinnu, og býr í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, har hann arbeiðir sum forritari, og eisini er væl á veg at læra svenska málið.