Ein serligur fundur á parkeringsplássi í Hósvík

Tað, sum er til viðgerðar, er ein umsókn hjá Sunda kommunu um at víðka kirkjugarðin í Hósvík.

Mánadagin hin 14. mars klokkan 13 verður ein serligur fundur í Hósvík. Hetta er ein ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini, har møtt verður á parkeringplássinum við kirkjuna í Hósvík.

 

Tað, sum er til viðgerðar á hesum fundi, er ein umsókn hjá Sunda kommunu um at víðka kirkjugarðin í Hósvík - á økinum millum verandi kirkjugarð og landsvegin.

 

- Eigarar, brúkarar og onnur, ið hava rættindi, kunnu møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

 

Tað sigur Kristian Martin Joensen, sýslumaður, í einari fráboðan um ástaðarfundin, og fráboðanin kann lesast á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo.

 

- Tey, ið hava fingið fundarboð og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, og umrøðan skal verða sýslumanninum í hendi í fundardagin, verður lagt aftrat.