Ein setningur við stórum týdningi

Nýggja samgongan hevur sett sær fyri at bøta munandi um umstøðurnar hjá teimum sálarsjúku. Ein greið ætlan er sett í samgonguskjalið, millum annað at ein nýggja psykiatri-lóg skal setast í verk.

Psykiatriski depilin: “Sálarsjúklingar skulu varðveita pensjónina, eisini eftir seks mánaðar innlegging á Psykiatriska deplinum”.

Soleiðis ljóðar ein av mongum setningum í samgonguskjalinum hjá CHE-samgonguni.

Í hesum skjali verður nortið við nógv ymisk mál, sum ætlanin er at fremja í felag tey komandi fýra árini - eisini tá talan er um psykiatriska økið.

Hetta fegnast tey, sum starvast innan hetta økið sum vera man um. Tað er helst so, sum eitt av starvsfólkunum tók til:

- Tað er ótrúligt so nógv, sum ein lítil regla kann hava at týða fyri so nógv. Nú vóna vit bert, at føgru orðini verða førd út í lívið!

Hetta verður helst eisini eitt av evnunum, ið verða tikin fram og fegnast um, tá felagið Sinnisbati, ið arbeiðir fyri betri korum hjá teimum sálarsjúku, hevur aðalfund sín leygardagin.


Setast í verk

Eftir nógv ynski og drúgt arbeiði var endiliga komið á mál við hesum sjálvsagda rættinum við pensjónini hjá teimum sálarsjúku.

Henda týðandi reglan í samgonguskjalinum kom sera væl við hjá teimum, og hetta mátti ein sjálvandi gera sítt til at markera.

Seinnapartin í gjár var tí borðreitt við kaffi og lagkøku á psykiatrisku deild 5 á Landssjúkrahúsinum. Her var sera gott lag, bæði á læknum og starvsfólki, men ikki minst á teimum, ið fáa gagn av hesi ætlanini tá hon verður sett í verk.

- Hetta eru føgur orð, sum eru sett í samgonguskjalið. Nú bíða vit spent eftir, at tey verða sett í verk, segði Tormóður Stórá, læknafakligur depilsleiðari á samkomuni.

Aftaná hesa móttøkuna fóru nógv teirra yvir í tann stóra grannabygningin, har móttøka var hildin í sambandi við at Hans Pauli Strøm er farin aftur til arbeiðis sum ráðharri innan almanna- og heilsumál.

Hesi seta øll sítt álit á, at hann sum landsstýrismaður fer at fremja hesa ætlanina í verki.


Rættindi og tilboð

Hóast ymiskan politiskan lit, hava starvsfólk og tey sálarsjúku við áhuga fylgt við arbeiðinum at smíða nýggja samgonguskjalið.

Tá tað so varð almannakunngjørt kundu tey við gleði staðfesta, at eitt kapittul í hesum drúgva skjali snýr seg júst um tað økið, ið liggur teirra hjarta nærmast: Psykiatri’in.

- Vit hava enntá rammað hesi orðini inn. Tey hanga her á skrivstovuni, soleiðis at vit kunnu fylgja við, sohvørt sum tey verða sett í verk!

Her er staðfest hvørjar ætlanir sum nýggja samgongan hevur sett sær fyri tá talan er um rættindini hjá teimum sálarsjúku og hvørji tilboð, ið fara at standa teimum í boði í framtíðini.

Millum hesi økini varð sagt, at sosialpsykiatri’in skal halda fram við at útvega fleiri bústaðar- og virknistilboð til tey sinnisveiku og at økispsykiatri’in skal verða útbygd. Og so henda eina reglan, sum týðir so nógv fyri so mong.

Higartil hevur støðan verið hon, at hesi hava mist sína pensjón og hava bara fingið lummapening, um tey hava verið innløgd longri enn eitt vist. Hetta er nú vorðið broytt – til tað betra fyri hesi.

- Tað var tíð uppá, at onkur ger nakað fyri henda partin av landsins íbúgvum.

- Ja, tað er lítil meining í – og beinleiðis mannminkandi – at tey bara skulu fáa 1000 krónur í lummapeningi um mánaðin. Hetta røkkur illa nokk til sigarettir, sigur eitt av starvsfólkunum.


Rætt stig

Í dag eru fleiri av teimum sálarsjúku knýtt at økispsykiatri’ini ella búgva á sambýlum, men ikki øll hava henda møguleikan.

Summi verða tí innløgd í styttri ella longri tíð á onkrari av teimum psykiatrisku deildunum, alt eftir sjúku og úrsliti av viðgerðini.

Undir innleggingini á psykiatrisku deildini fáa tey sálarsjúku fult kostarhald, men hóast hetta røkkur ein túsundkrónuseðil ikki langt.

Fleiri av teimum, sum hava møguleika til tað, dáma væl at spáka sær ein túr heim í býin og fáa sær ein kaffimunn á onkrari kaffistovu.

Men við einans 30 krónum um dagin, røkkur tað ikki til so nógv, um ein roykir, skal keypa gávur til føðingardag ella jóla ella um ein ætlar sær okkurt serstakt.

- Hetta er eitt stórt stig tann rættan vegin, til at geva hesum bólkinum ein virðiligan gerandisdag.

- Teirra umstøður hava ikki verið ov góðar, men nú gongur tað tann rætta vegin, sum eitt av starvsfólkunum tekur til.





Psykiatri’in tey komandi fýra árini

Í samgonguskjalinum hjá CHE-samgonguni hevur psykiatri’in fingið sítt pláss.

Við fáum, men kortini sigandi, reglum verður sligið fast, hvat ætlanin er at gera. Orðingarnar í skjalinum eru hesar:

- Menningin av sosialpsykiatri’ini skal halda fram við at útvega fleiri bústaðar- og virknistilboð til sinnisveik.

- Økispsykiatri’in skal verða útbygd, m.a. við økisdeplum kring landið.

- Barna- og ungdómspsykiatri’in skal verða styrkt, m.a. við denti á fyribyrging og leiklutin hjá avvarðandi.

- Sálarsjúklingar skulu varðveita pensjónina eisini eftir 6 mánaðar innlegging á Psykiatriska deplinum.

- Nýggj psykiatrilóg skal verða samtykt og sett í verk.




FAKTA 


Psykiatriski depilin

Psykiatriski depilin er tænastuveitari til tær sjey psykiatrisku deildirnar á Landssjúkrahúsinum og virkar eisini við ambulantari eftirviðgerð í ávísan mun.

Depilin hevur somuleiðis ábyrgdina av økissálarfrøðiligari viðgerð. Í samstarvi við heimarøktina hevur psykiatriski depilin harumframt ábyrgdina av sosialpsykiatriskari viðgerð.

Depilin samstarvar eisini við felagsskapin "Sinnisbata".