Hægstirættur í USA steðgar nú deyðarevsing móti ungdómum
Við einum teprum meiriluta, 5 atkvøður móti 4, avgjørdi Hægstirættur í USA týsdagin 1. mars at seta forboð móti deyðarevsing fyri ungdómsbrotsmenn. Hetta er ein stórur sigur í stríðnum móti deyðarevsing
Hesar avrættingarnar eru brot á altjóða rætt. Harafturat er breið semja um millum flestu av heimsins londum, at deyðarevsing fyri brotsgerðir framdar av børnum stríðir ímóti trúnni á møguleikarnar hjá ungdómum at mennast og broytast. Lívið hjá einum barni má ikki fara til spillis, uttan mun til hvat hann ella hon hevur gjørt. Alt má vera gjørt fyri at fáa tey aftur á beint og slúsaði inn í samfelagið aftur. Deyðarevsingin er størsta and-søgnin móti hesi fatan.
Hóast flestu lond, sum enn hava deyðarevsing, ikki longur avrætta børn, sum fremja brotsverk, eru børn enn ikki heilt vard móti hesari avoldaðu praksis. Síðani 1990 hevur Amnesty International skjalprógva í 39 avrættingar av børnum, av hesum vóru 19 í USA. Síðani 2000 hava 19 avrættingar verið, USA átti 9 av hesum. USA er einasta landið í heiminum sum alment hevur viðgingið, at tað hevur avrættað ung-dómsbrotsmenn.
Í løtuni sita gott 70 ungdómar fongslaðir í USA, sum eru dømdir til deyðis fyri brotsverk framd áðrenn tey fyltu 18 ár. Avgerðin hjá Hægstarætti merkir, at avrættingarnar ikki vera framdar, í staðin verða dómarnir broyttir til fongsulsrevsingar.
Amnesty arbeiðir við einum 2 ára átaki við tí endamáli at fáa avtikið deyðarevsing móti ungdómsbrotsmonnum um allan heim í seinasta lagi við ársenda 2006. Vónin er, at tey fáu lond, sum enn avrætta ungdómsbrotsmenn, fylgja avgerðini hjá USA og at málið hjá Am-nesty á henda hátt verður rokkið sum skjótast.
Vit eru altíð fús at svara spurningum ella greiða nærri frá onkrum máli. Ring ella skriva til skrivstovuna. Ring heim til ein av nevndarlimunum ella legg eini boð á telefonsvararan, so seta vit okkum í samband við tykkum.