Á Facebook-vanganum - Fuglar í Føroyum - varð í gjárkvøldið skrivað um eina súlu, sum stóð við Effo-støðina í Kollfjarðardali.
Eftir øllum at døma er hetta ein sjúk súla, sum er svong og hevur mist flogið, tí hon snøgt sagt ikki orkar - ella hevur mist evnini - at flúgva.
Viðmerkingarnar hjá lesarum á tráðnum á Facebook-vanganum eru nógvar:
"Í Kollafirði er ikki so galið..."
"Bíðar helst, til prísurin á brennievni lækkar... "
Og so eru tað eisini lesarar, sum taka synd í súluni, har hon stendur.
"Ja, hon er sjúk... "
"Kann onkur hjálpa fuglinum... ?"
Og so er tað ein lesari, sum tekur soleiðis til:
"Feigdarfuglur, skrivaði Mikkjal á Ryggi um súlu, sum setti seg á landi aðrastaðni enn í Mykinesi..."
Vit vita ikki, hvussu bleiv við súluni við Effo-støðina í Kollafirði í gjár, men soleiðis sum viðhefta mynd vísir, sær ikki gott út hjá henni.










