- Ein stak friðarlig nátt, har ikki serliga nógv fólk var í býnum. Fólk skikkaðu sær væl, og her var einki hjá okkum at gera.
Soleiðis segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
2. páskakvøld plagdi at vera eitt kvøld, har fólk leitaðu sær í býin, men løgeglan sigur, at tað var ikki serliga nógv fólk í býnum í nátt.
- Alt var opið, sum plagar at vera opið, men fólk hava eftir øllum at døma skikkað sær væl, og her er einki upptak hjá okkum í morgun, verður lagt aftrat.