Coca-Cola kappingin ? menn
Í upptaktini til hálvfinaluarnar varð sagt, at spenningurin uttan iva var størstur í Vestmanna, har VÍF skuldi royna at vinna tey fýra málini frá fyrru hálvfinaluni aftur.
Eftir dystin kann í øllum førum staðfestast, at her varð ikki skotið við síðuna av, tí tað er ikki á hvørjum degi og heldur ikki ári, at spenningurin á og kring leikvøllin er so stórur, sum hann var í Vestmanna mikukvøldið.
Broytt VÍF lið
Vestmenningar vóru nakað skerdir undan dystinum, tí tað var greitt, at Áki Olsen als ikki var førur fyri at spæla. Í oddadystinum móti Neistanum herfyri royndi hann annars at vera við, men tá varð skjótt greitt, at eymi lærkrikin darvaði ov nógv.
Hinvegin er tað ein avgjørdur styrkur, at Sámal Joensen nú aftur er førur fyri at spæla, eftir at ryggurin annars hevur darvað honum eina tíð, og saman við Piti Negru varð Sámal nú kosin til at vera stóra skotstyrkin frá bakkinum, eins og teir báðir stóru menninir sjálvsagt vóru lyklaspælarar í verjupartinum.
Ferð var á
Tað stóð skjótt greitt, at VÍF hevði í hyggu at vinna tey fýra málini frá Skála inn aftur sum skjótast. Frá fyrsta bríksli varð nógv lagt fyri í álopspartinum, og tó at verjan var heldur skinklandi fyrstu løtuna, so kom tó eisini betri skil á her so við og við.
Leingi gekk tó sera striltið at sleppa frá strandingunum, tí eins og VÍF legði nógv fyri í royndunum at vinna aftür, so løgdu strandingar ikki minni fyri, nú teir »bara« skuldu halda fast í mótstøðuni. Ein leiklutur, sum ofta vísur seg at vera sera vandamikil, tí í bakhøvdinum vita leikararnir, at teir hava ráð at tapa við trimum málum, heldur enn at skula vera noyddir at vinna.
Eitt skifti sá soleiðis út til, at gestirnir alla tíðina skuldu halda fast, men eftir at VÍF skifti út á málverjaplássinum, fór at dragna. Vanliga hava teir báðir, Bárður Nielsen og Eli Müller stríðst um plássið, men nú Eli er skaddur, hevur Jón Nielsen verið varðamaður. Higar til hevur Bárður hvørja ferð verið fremsta valið til sessin, men tá hann ikki tóktist hava sín besta dag, varð skift út, og so slapp Jón at prógva, hvør dugur er í honum.
Spakuliga tók VÍF seg frá, og hóast strandingar alla tíðina royndu at halda fast, so stóð 13-10 á talvuni í hálvleikinum. Eitt mál á muni samanlagt.
StÍF var ørkymlað
Steðgurin gav helst báðum pørtum tíð at grunda um støðuna, og tað var stuttligt at síggja, hvussu hetta tóktist ávirka liðini, tá farið varð undir seinna hálvleik.
Vestmenngar vistu nú, at tað so væl og virðiliga var innan fyri møguleikannar mark at vinna við fýra málum, og teir settu alt fyri eitt fulla ferð á.
Hjá strandingum var støðan hinvegin júst tann øvugta. Innan fyrstu 30 minuttirnar høvdu teir mist mest sum allan fyrimunin frá fyrra dystinum, og tó at teir framvegis vóru á odda samanlagt, so er eitt einsamalt mál ikki tað stóra. Ikki minst tá spælt verður ímóti VÍF í Vestmanna.
Spenningurin hevði sjálvandi eisini sína ávirkan á áskoðararnar, sum nú veruliga fóru at geva ljóð frá sær. Fyri hvørt mál, sum vestmenningar nú drógu frá, gjørdust eyðkendu »hey-hey-hey?« rópini frá vestmenningum alt ljódligari, og frøin á leikarunum var eyðsýnd, nú teir enn eina ferð tóktust hava vent eini svárari støðul.
Bert átta minuttir inn í seinna hálvleik hevði VÍF vunnið seg seks mál framum. Strandingar vóru í villareiði. Fingu als ikki fatur á skjúttunum hjá VÍF, har serstakliga Sámal ferð eftir ferð kanóneraði bóltarnar inn um sakarsleysa Marian í StÍF málinum. Somikið hjálparsleysur var rumenski málverjin, at hann fleiri ferðir heitti á beinkin um at taka time-out, og tá 10 minuttir vóru leiktir, var hetta honum loksins eftirlíkað.
Alt á gosið
Seinastu 20 minuttirnir av dystinum verða helst nakrir, sum leingi hanga við í minninum hjá teimum 600 áskoðarum í høllini.
Eftir stutta steðgin, sum eitt time-out gevur, var tað eitt hamskift StÍF lið, sum nú kom á vøllin. Skiftandi mansverja av Sámal Joensen og Inga Olsen var við til at steðga álopsspælinum hjá VÍF, og yvirhøvdu lógu teir nú í krovinum á hvørjum einasta vestmenningi, so skjótt hesir komu inn um tríggja-metra linjuna. Líka mikið, hvussu heimamenninir royndu seg, so var ein forðing fyri, og hetta gjørdi sjálvsagt, at ferðin var snarað longur og longur upp.
Í álopspartinum varð somuleiðis lagt eins nógv fyri. Press-spæl og gjøgnumbrotsroyndir vórðu settar á breddan, og tá bæði útvísingar og brotskøst spurdust burturúr, skuldi verið gjørligt hjá StÍF at vunnið seg fram. Men brotskøstini vórðu misnýtt. VÍF treiskaðist sjálvt við fýra móti seks, so frambrotið mátti bíða. Men tað kom kortini.
StÍF minkaði munin niður í trý, og hevði nú finalusessin, men VÍF svaraði kortini aftur. Eftir tíggju málleysar minuttir smekkaði fyrst Sámal og síðani Ingi til, og so var aftur viðvent.
Rópini vóru hvøll frá báðum pørtum. Heimaáskoðararnir fegnaðust um leiðsluna, meðan gestirnir royndu at eggja sínum enn meira. Leikararnir fóru mest sum fyrilagstir undir seinastu løtuna. Hvør og ein vistu teir, at tað var nú ella ongantíð, um finaluplássið skuldi tryggjast. Munurin sveiggjaði millum tey trý, sum sendu StÍF víðari og tey fýra, sum høvdu bjargað við grundað á regluna um mál á útivølli, men avgerðin bíðaði til seinastu løtui.
20 sekund í ekstasu
Við 30 sekundum eftir skeyt Sámal Joensen sítt 12. mál í dystinum, men StÍF hevði framvegis møguleikan. VÍF royndi at trýsta teir til at royna seg av veinginum, og hetta eydnaðist, sum so. Bólturin varð spældur til Alexandur Johansen, og av veinginum sendi hann bóltin í meskarnar.
Strandingar vóru upp frá í fagnaði, men enn var ikki liðugt. VÍF fekk tríggja metra kast burtur úr seinastu álopsroyndini, men tá hetta brast í manngarðin, var leyst og liðugt. Aftur í ár høvdu strandingarnir bast VÍF í steypakappingini, og so er spurningurin bert, um teir eisini fara at vinna finaluna. Tann spurningurin má bíða í tíggju dagar, og fram til tá kunnu strandingarnir hóskandi hvíla seg, tí einki er at ivast í, at beinini vóru moyr, tá gysarin í Vestmanna var komin at enda.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 24-21 (13-10)
StÍF víðari við samanlagt 48-47
Málskjúttar:
VÍF: Sámal Joensen 12(1), Ingi Olsen 4, Rógvi Nielsen 2, Agnar Joensen 2, Piti Negru 2, Ragnar Zachariasen 1, Daniel Rápa 1
StÍF: Costin Dumitrescu 10(5), Artur Johansen 4(1), Jón Rasmussen 2, Marius Joensen 2, Andre F. Danielsen 2, Alexandur Johansen 1
Brotskøst: VÍF 1, StÍF 8
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 3
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Ógvusliga leikferðin og intensiteturin í dystinum gav teimum trupulleikar, men tó at nógv stóð á, so hildu teir alla tíðina høvdinum kalt.