Ein súkklutúrur og ein túrur við autokampara

- Tá tú ferðast við autokampara, nýtist túrurin ikki at liggja í so føstum rammum - annað enn, at vit byrja í Hirtshals, sigur Turið Debes Hentze

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

 

- Tað verða tveir túrar av landinum, sigur Turið Debes Hentze.

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?

 

- Tað verður tann árligi súklutúrurin saman við vinkonunum, hesaferð til Danmarkar. Vit eru níggju við hesaferð, og nú er tað á el-súkklum, at vit fara runt á Møn.

 

Turið Debes Hentze sigur, at seinni verður tað ein túrur saman við manninum, har tey fara við autokampara um Danmark og helst til Noregs.

 

- Tá tú ferðast við autokampara, nýtist túrurin ikki at liggja í so føstum rammum - annað enn, at vit byrja í Hirtshals, leggur hon aftrat.

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja? 

 

- Lítla Dímun er eftir.  

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

 

- At fáa upplivingar, síggja nýggj støð og kanska eitt sindur av søgu eisini, sigur Turið Debes Hentze.

 

 

 

 

 

- Tað verða tveir túrar av landinum í summar, sigur Turið Debes Hentze. Mynd: KvF