Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tað rykkir í bilinum, og máttmikli TDI motorurin í mínum gáa VW Golfi bjóðar útnyrðinginum av. Golfurin vinnur. Eg eri á veg norður til Vestmanna, staddur omanfyri Kulluna, omanfyri Kvívík, at gera eina samrøðu við ein heimvendan útiseta sum samanlangt hevur búð áleið 30 ár av sínum 71 ára gamla lívi uttanfyri landoddarnar. Hvør er søgan eg farið eftir, verður hetta eitt kav niður á botn í einum stuttum tíðarskeiði, ella fara vit at hoyra brot úr eini lívssøgu. Eg veit ikki enn, samrøðan bíðar fyri framman.
Eg skal hitta Petur Andreasen, sum í dag livir pensionistatilveru í heiminum hjá foreldrunum í Vestmanna, í Gerðinum. Pápin var lærari í Vestmanna og gjørdi nógv fyri sang í Skúlanum. Hann kallaðist Andreas Andreasen og er deyður, mamman er í dag á einum sambýli í Vestmanna.
Eg kenni ikki mannin, okkara leiðir hava krossað nakrar ferðir í lívinum, í selskapslívinum í Havn, og so hava konan og eg búð trý og eitt hálvt ár í húsunum, sum hann bygdi á Traðarvegi í Havn í sekstiárunum, og sum Skrivstovu og Krambafelagið átti, tá ið vit leigaðu. Frá hesum húsum, sum Petur sjálvur hevði teknað visti eg, at talan var ein skapandi mann, eg var ávegis at tosa við. Eisini at talan var um ein mann við góðum handligum evnum. Snøggu og væl umhugsaðu húsini á Traðarvegi, sum eg kendi so væl, bóru boð um hetta, og tað ber also til, at eitt bygningsverk kann siga nógv um tann sum skapað hevur. Tað fekk eg prógv um løtu seinni, tá íð eg stóð í túninum hjá Peturi í Vestmanna. Hann var næstan soleiðis, sum eg hevði hugsað mær hann. Hóast hann er 71 ára gamal, so sæst aldurin ikki uttaná, hann er næstan ikki gránaður, høgur á vøkstri við ljóstbrúnum skeggi. Og uttanfyri húsini á Gerðisvegið 2, eini eldri hús, sum stóðu oman og niðan, høvdu hansara hegnigu hendur sett dám á tún og urtagarð. Kendi stílin aftur frá Traðarbrekku við eini kullu at sóla sær í og vøkrum grótarbeiði.
- Mær leingist eftir Grønlandi hvønn dag, sigur Petur, tá íð vit hava sett okkum í stovuni. Botnur verður líkasum lagdur undir prátið við hesum fyrsta setninginum. Tað er uttanfyri klettarnar at meginparturin av hesi grein kemur at snúgva seg um, tó eitt fyrst eitt sindur um hvussu alt byrjaði.
Eitt fjakkandi lív
Petur hevur búð víða, síðan hann var borin í heim í 1934 í Skálavík.
- Faktiskt, so kenni eg meg sum skálvíking, hóast eg var tíggju ára gamal,t á ið vit fluttu hagani, og eg næstan ikki havi verið har síðani, sigur Petur Andreasen.
Og søga um hví Petur er skálvíkingur er hendan. Pápi hansara var lærari í Skálavík, tá íð Petur var borin í heim. Í 1944 flyta tey úr Skálavík, og eru eitt ár á Selatrað, áðrenn tey koma til Vestmanna, har pápin kom at starvast sum lærari restina av lívinum.
- Jú skálvíkingur eri eg, og skomm at siga frá, so havi bara einaferð verið aftur í heimbygdini, síðan vit fluttu. Eg kenni ikki nógv av fólkinum sum býr har í dag, men eg kenni nógvar skálvíkingar, eitt nú Sámal og Eiler Jacobsen, Rókur Dalsgarð, Tróndur Trondesen, Ejler Viderø, Tønnes Dalsgaard, Herman Petersen og Torstein Christiansen. Vit vóru bara eitt ár á Selatrað, áðrenn vit komu til Vestmanna, men tað var eitt gott ár sum sitir fast í minninum. Eg minnist, at vit leigðu frá Andrias Weihe, tað var hann sum gjørdi so stórt arbeiði fyri fornminnasavnan í Føroyum, sigur hann.
- Skálavík var einki serligt pláss fyri tey, sum ikki áttu jørð. Har var smáligt til matna. Tað er brimpláss og tað stóðst valla á seiðabergi og fyri tey sum ikki áttu ein hjall at fara í, var tað mest greytur at hella seg til. Hetta broyttist øgiliga nógv, tá ið vit komi til Vestmanna. Eitt fyrsta pápi gjørdi var at fáa sær ein bát, so fingu vit fisk og fugl og alt tað góða, sum sjógvurin gevur, sigur Petur Andreasen.
- Náttúran er broytt í míni tíð í Vestmanna. Nú er fuglur at síggja á Vestmanna, sum vit ikki sóu, tá ið eg var drongur. Eitt nú liggur havhestur heilt inn móti flakavirkinum, tú sær skúgv, súlu og havgæs og nógvan ókendan smáfugl. Eisini er kópur at síggja. Orsøkin er kanska at onki verður skotið longur, sigur Petur, og hyggur út á vánna úr stovuvindeyganum.
Her er frálíkt útsýni. Sum ein stórsligin málningur sært tú av Vágalandinum og heilt yvir móti Heygum úr stovuvindeyganum. Tað sleppur ikki eitt skip ósætt inn á Vestmanna, uttan tey í Gerðinum leggja merki til tað.
Eldur í Tinganesi
Tá ið tú er føddur í 1934, so er tú 16 ára gamal í 1950, og tá er barndómurin av, tá skal henda okkurt, og tað var júst tað sum hendi hjá hálvvaksna Peturi, sum seinastu fýra árini hevði verið vestmenningur burturav.
- Eg fór til skips við Grønlandsfarinum og akkurát hesir fyrstu dagarnir av sjólívinum hava sett seg fast í minnið. Vit fóru av Sørvági suður á Drelnes á Tvøroyri eftir salti og síðan á Havnina. Tá ið vit komu á Havnina var eldur í Tinganesi. Charles Mauritzen hevði heilsølu har úti, og har var stórur eldur. Eg minnist, at vit fóru í land og fóru í Tinganes. Har fleyt við tubbaki, sigarettum og tyggigummi allastaðni, og teir sum royktu fingu nógmikið til túrin. Eg var kokkadrongur við og kokkurin var fantasturin Bella Johan í Norðdepli, eitt ediligt menniskja, sigur Petur Andreasen.
Petur var ikki leingi tilskips, longu árið eftir hevur hann fingið lærupláss hjá Ludvig Haraldsen í Vestmanna sum timburlærlingur og við lærlingasáttmálanum var lívsleiðin løgd, soleiðis í høvuðsheitinum. Næstu fýra árini ganga við umvælingum í nýbyggjan í Vestmanna, og við sveinabrævinum í hond kallar sjólívið aftur.
- Í 1955 slapp eg við koltrolaranum Kópanesi til Grønlands sum fýrbøtari. Rituvíkingar høvdu keypt trolaran, tá kallaðist hann Skorðaklettur, seinni keyptu vestmenningar hann. Tað var stríggið arbeiði at vera fýrbøtari. Tú skuldi lempa kol alla tíðina. Vit gingu vakt, fýra tímar niðri í hitanum og síðan átta tímar frí. Henry Kristoffersen úr Vestmanna var skipari. Vit vóru sera óhepnir hendan túrin. Trolarin fór á land og gjørdist vrak. Vit vóru tó allir bjargaðir og komu í Føroyingahavnina. Aftan á at hava gingið nakrar dagar í Føroyingahavnini slapp eg heim við Kallsevni sum Andrias hjá Mortani førdi, sigur Petur Andreasen.
Á skúla saman við Óla P.
Nú nakrast við vit løtuni, har kósin rættuliga verður sett út fyri starvsleiðina hjá Petur Andreasen. Heim aftur komin úr Grønlandi fer hann niður til Danmarkar á tekniskúla. Hann fer at ganga á Kunsthåndværkerskolen, og saman við honum er eisini Óli Petersen, sum seinni gjørdist okkara mest kendi skemtiteknari.
- Eg veit ikki rættuliga, eg lærdi at tekna reklamur, men troyttaðist av at tekna havragrýnsreklamur og árið eftir fór eg at læra til byggifrøðing.
Í 1961 var Petur liðugur sum byggifrøðingur og fekk arbeiði saman við Palla Gregoriussen, arkitekti.
- Palli arbeiddi saman við eini danskari fyritøku og hendan hevði millum annað til arbeiðis at gera býarplanlegging í Havn. Fyrsta uppgávan hjá mær var at gera eitt modell av allari Havnini. Tá var Eysturbýurin undir menning, har var lítið bygt, og vit gjørdu uppskot um hvussu hesin býarpartur skuldi skipast. Eg veit ikki, føroysku myndugleikarnir fylgdu ikki rættuliga okkara uppskotum. Her vóru privat áhugamál uppií. Vit skutu upp at talan skuldi vera um størri grundstykkir enn tey eru í dag. Men tað sótu menn við makt í býráðnum, sum áttu traðirnar sum skuldu útstykkjast, og teir vildu hava grundstykkini minni, soleiðis, at teir sjálvir fingu meira burtur úr. Tað var eitt sindur ódámligt, sigur Petur Andreasen.
Í 1964 stovnaði Petur saman við Bjarna Olsen avVálinum byggifelagið Búreising. Teir høvdu nógv at gera fyrstu árini, men seinastu í sekstiárunum vóru niðurgangstíðir og teir góvust. Tíðin var búgvin, at Petur skuldi gera sína fyrstu stóru útferð.
Til Grønlands
Petur pakkar sekkin og stevnir móti Grønlandi. Árið er 1968. Hann hevur fingið starv á eini teknistovu hjá Tage Nielsen í Godthaab, sum høvuðsstaður Grønlands, Nuuk, varð kallaður tá.
- Tíðirnar vóru heldur ikki góðar í Grønlandi fyrst tá eg kom yvir. Hóast eg hevði sáttmála við teknistovuna, gjørdist skjótt greitt, at her var ov lítið at gera, og eg fekk starv hjá Grønlandsministeriinum í Nuuk. Eg gjørdist skrivari í bygginevndini. Tá var ongin kommunal teknisk umsiting í Nuuk, hon kom ikki fyrr enn seinni og tá fór eg eisini at starvast har. Seinni í sjeytiárunum var eitt øgiligt virksemi í Nuuk. Tað vóru 600 danskir handverkarar í arbeiði. Tað var um hetta mundi, at allir íbúðarblokkarnir vóru gjørdir, sigur Petur.
Eitt dreymaland fyri føroyingar
- Eg leingist eftir Grønlandi hvønn dag. Tað er ringt at forklára. Tað er okkurt dragandi við hesum stórslidna landi. Tað er okkurt dragandi við kuldanum, við náttúruni við teim nógvu møguleikunum. Eg haldi Grønland er serliga gott fyri føroyingar. Her er alt sum ein føroyingur droymir um, tað er bara so nógv størri og betri pláss. Hevur tú bát, so kann tú sjálvur halda teg við mat, tú kann gera langar veiðuferðir, tú kann skjóta fugl, sigur Petur Andreasen.
Tað var skjótt, at Petur fekk sær bát saman við góða vinmanninum Torkil Sørensen úr Havn og tá ið hann hevði frí, so var hann á fiski ella veiðuferð. Hann sigldi inn í dreymalandið, kanska ein tann mest stórslidni og vakri bletturin í øllum heiminum, inni í Godthaabsfjørðinum og her var hann saman við øðrum á longum veiðuferðum eftir reinsdjórum. Deksbáturin, teir høvdu í felag, føldi til av allari veiðuni, tá íð teir komu heim aftur.
- Hetta var ein fantastisk tíð, og eg hoyri nú, at tað eru enn fleiri reinsdjór í dag enn tað vóru í sjeytiárunum. Tað var stríggið at vera á reinsdjóraveiður. Vit gingu langt til fjals og tá vit høvdu skotið eitt djór, so vóru innvølirnir tiknir úr og djórið upp á bakið. Man var eitt sindur moyrur, tá ein kom aftur til bátin, sigur Petur Andreasen.
Virkin í grønlendska samfelagnum
Petur kom rættuliga skjótt upp í grønlendska samfelagið. Hann gjørdist beinanvegin virkin í Føroyingarfelagnum, sum um tað mundi hevði 50 limir.
- Tað var gott samanhald í felagnum, og vit hittust ofta. Onkuntíð vóru skipsmanningar inni, tá ið samkomur vóru og tað gjørdi tiltakið eyga hugnaligt. Vit fingu mat heiman úr Føroyum og barrin og tónleikurin sjóaði fólkið saman. Tá ið Brøðrasamkoman fekk sítt egna hús í Nuuk bóru vit upp á mál samstarv. Men tað bar ikki rættuliga til, føroyingafelagið var ein verðsligur felagsskapur, meðan samkoman var ein andaligur felagsskapur. Viðurskiftini millum felagið og samkomuna vóru góð.
- Vit hildu til í Skótahúsinum og einaferð um árið sendu vit jólaheilsur heim. Hetta var ikki nakað serliga hugnaligur dagur. Hann var ógvuliga kensluborðin og ongin veislurómur. Fleiri kláraðu ikki at halda sær, men grótu meðan tey tosaðu inn á bandið. Tá var samskiftið somikið til afturs komið, at tað varð ikki vanliga ringt millum londini. Samskiftið gekk fyri seg í brøvum , sigur Petur Andreasen.
Blaðteknari í Godthaab
Petur er góður teknari og okkurt hava hann og Óli P. lært á kunsthåndverkaraskúlanum, tí í sjeytiárunum hevur Petur týdningamiklu uppgávuna at gera forsíðuna á óhefta grønlendska vikublaðnum Sermitsiak. Forsíðan var ein tekning av onkrum framstandandi persóni í samfelagnum og serliga onkrum politiskum persóni.
- Tá eg kom til Grønlands var ongin politikkur. Grønlendingar vóru púra ótilvitaðir um politik, og kendu ikki munin á høgru og vinstru. Eg minnist, at eg plagdi at forklára fólki, hvat munurin var á høgru og vinstru í politikki. So hendi tað, at grønlendingar sum høvdu tikið sær útbúgving í Danmark, og sum høvdu verið politiskt virknir í lestrartíðini ,fluttu aftur til Grønlands og politiska landslagið, sum vit kenna tað í dag byrjaði spakuliga at trína fram.
- Har trinu menn fram sum Jonathan Motzfeldt, Lars Chemnits, Moses Olsen, Lars Emil Johansen og Otto Stenholdt og aðrir. Hetta vóru alt menn, sum eg lærdi at kenna, og teir karikeraði eg á forsíðuni í Sermitsiak. Eg helt fram við hesum virki eina tíð, men hetta var stríggið at finna eitt nýtt evni til hvørja viku, og at enda gavst eg, sigur Petur Andreasen.
Virkin í vinnulívinum
Petur var miðskeiðis í sjeytiárunum við at byggja tann fyrsta grønlendska rækjutrolaran. Hann kallaðist Qaasiut. Føroyingar høvdu tá í nøkur ár fiskað rækjur í Grønlandi. Teir stovnaðu eitt partafelag og fingu góða fígging úr Erhvervsfonden í Danmark. Eigararnir í vóru fýra føroyingar, ein danskari og ein grønlendingur.
- Trolarin fór til fiskiskap í 1978 og fiskaði fyrsta árið 1000 tons. Tað varð hildið at vera rættuliga gott tá. Prísurin á rækjum var methøgur um hetta mundi og manningin vann gylt. Tann eina mánan tjenti skiparin 210.000 krónur. Fyrsti skiparin var Jens Ingolf Poulsen úr Skopun.
- Eg fór heim aftur tvey ár seinni til Føroyar og seldi mín part í felagnum.
Á egnari teknistovu
Í 1979 flytir Petur heim aftur til Føroyar og setir á stovn egna teknistovu.
- Eg hevði útbúgving sum byggifrøðingur, og nú fór eg endiliga av álvara undir tað sum hevði mín stóra áhuga, at gera trýdimensionell modell av byggiætlanum, sum skuldi fremjast í Føroyum. Ein partur av arbeiðinum var eisini at tekna sethús. Í áttatiárunum var nógv at gera í Føroyum, men í 1990 kemur tann so væl kenda søgan, at alt samfelagið steðgaði upp og eg varð noyddur at leggja kongin. Teknistovan lat aftur. Hetta var ein torfør støða at vera í. Eg var 56 ára gamal og tað er ikki lætt at fáa starv, tá ið tú er komin so høgt upp í árini. Eg seldi húsini í Føroyum og fór til Danmarkar at leita mær arbeiði. Tað gekk ikki, síðan fóru eg og konan Hildigunn suðureftir. Vit koyrdu gjøgnum Europa og endaðu í Suðurspaniu. Her funnu vit eina íbúð og settu okkum niður.
Útisetin
Næstu tíggju árini fram til ár 2000 búgva Petur og Hildigunn í Suðurspaniu á sólstrondini við útsýni yvir Gibraltar og afrikanska meginlandið.
- Hvat er tað sum hevur gjørt meg til útiseta í útvið 30 ár av mínum lívi. Eg havi altíð verið forvitin og kent spenning av tí sum hevur verið uttanfyri landoddarnar. Eg haldi tað er sunt at ferðast og havi altíð droymt um at síggja nakað annað. Eg átti ein mammubeiggja, sum búði meginpartin av ævini í Kanada, og sum livdi eina ævinyrtilveru. Hann hevur verið mín fyrimynd. Hann var timburmaður, og eg droymdi um at sleppa at smíðja saman við honum. Tað var faktisk lagnan sum rak hann út í heim í tjúgunum. Hann var júst giftur og hevði bygt hús í Sørvági úti á Bakka. Konan var við barn og doyði saman við barninum á barsilssong og so hevði hann einki at vera heima eftir, sigur Petur Andreasen.
Hóast lítið og einki var at gera niðri í Spaniu, so trivust tey væl har og Petur fann seg sjálvan. Hann hevði keypt barndómsheimi í Vestmanna og hetta saman við at mamman var vorðin gomul dró heima aftur. Var tað ikki so, so hevði hann kanska verið búgvandi í Spaniu.
- Útferðin til Spaniu gav okkum ikki færri enn tíggju túrar aftur og fram í egnum bili millum Føroyar og Spaniu, og vit royndu so ymiskar farleiðir sum gjørligt, fyri at síggja so nógv av Europa á hesum ferður. Tað var sera áhugavert, sigur hann.
Okkara ósømiligu kirkjugarðssiðir
Eg var hugtikin av sponsku mentanini og hvussu tey livdu har og serliga væl dámdi mær hvussu tey fóru við teimum deyðu. Føroyski hátturin at pota deyð niður í váta, kalda og súra mold kann tykjast mongum vullgerur. Í Spaniu er vanligt at gravseta tey deyðu í gravkømurum í fleiri hæddum og lið um lið, hetta kennist sera hugnaligt og fjálgt, tá ið tú vitjar tey, ið farin eru. Á hendan hátt sparir tú pláss og tú kemur tættari at teimum deyðu. Hetta er ein nógv meira náttúrligur háttur. Eg haldi at føroyingar áttu at gjørt sum spaniólar. At brenna lík er eisini ósømiligt. Hevði tú vilja verið brendur? spyr Petur.
Heitur ES maður
Petur var staddur í 1Grønlandi, tá íð Grønland fór upp í ES fyrst í sjeytiárunum og hann var eisini staddur har, tá ið teir meldaðu seg úr aftur ES.
- Eg haldi tað var skeivt av grønlendingum at melda seg út og føroyingar skuldu eisini verið í ES. Tað varð eitt øgiligt virksemi í Grønlandi so skjótt teir vóru komnir upp í ES. Tað hevði saktans borið til at samrátt seg til eina brúkiliga fiskiveiðuavtalu, og vit høvdu fingið so øgiliga nógvar aðrar fyrimunir at verið í ES samstarvinum. Hetta er heilt láturligt at síggja hvussu føroyingar á allan hugsandi annan hátt royna at náa ES marknaðinum við eitt nú EFTA, í staðin fyri at melda seg beinleiðis inn, vit hava ongar trupulleikar at gerast eitt ES land.
- Eg var eisini staddur í Spania, tá ið teir meldaðu seg inn í ES og skal lova tykkum fyri, at tá fór nakað at henda í Spaniu. Tað var alt steðgað upp áðrenn og spaniólar eru í dag ovurfegnir um at vera ein partur av samveldinum, sigur Petur.
Uttanfyri er stormur av útnyrðingi. Áin í Gassadali, Gassá, sleppur ikki at renna oman, vatnið verður fýst upp í loft, so skjótt tað kemur oman av hamrinum uppi yvir brøttu líðuni.
- Tá ið áin ikki sleppur oman er nógvur vindur uppi á, ansa eftir tær, meðan tú koyrir suður, sigur Petur, og vit heilsa farvæl.