Fyrsta september høvdu føroyingar møguleikan at velja millum 169 valevnir, og seint á kvøldi varð greitt, hvørji 33 valevnir veljarin ynskti skuldi manna Føroya Løgting, og har taka avgerðir teirra vegna.
Minni enn tríggjar vikur seinni, er valda løgtingið nógv broytt av viðurskiftum, ið veljarin onga ávirkan hevur á. Tíggju av teimum fólkunum, ið veljarin valdu á ting, eru ikki har longur, men í teirra stað eru føst varafólk komin.
Kanska størsta umrøðan hevur tingsessurin hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, fingið. Meirilutin í Klaksvíkar býráð sýtti fyri at geva borgarstjóranum frávik til at røkja báðar sessirnar, og tískil valdi hann borgarstjórastarvið framum.
Í hansara stað kemur Bárður Kass Nielsen inn á ting. Bárður Kass Nielsen fekk 69 atkvøður til løgtingsvalið og verður nú fastur varamaður til kommunuval verður næsta heyst.
Síðani eru tað tey átta landsstýrisfólkini, ið sambært stýrisskipanini ikki kunnu hava sæta á tingi tá tey eru landsstýrisfólk. Endamálið við lógini er at tryggja, at ein skilnaður er millum tað útinnandi og lóggevandi valdið. Harvið koma heili átta fólk á ting, ið ikki vóru vald 1. september, men nú verða parlamentariska grundarlagið undir sjálvari samgonguni.
Tíggjunda varamaðurin eigur Tjóðveldi, ið hevur samtykt, at ongin kann røkja bæði fólkatingssessin og løgtingssessin. Av tí, at tað í stóran mun eru somu fólk, ið endaðu ovast á fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum, so er sannlíkt, at tá Magni Arge tekur farloyvi á Fólkatingið, so verður næsti persónur á listanum limur í núverandi tingbólki. Sostatt verður Ingolf S. Olsen væntandi fastur varamaður á tingi.
Harvið er løgtingið í løtuni mannað við tíggju føstum varafólkum, ið ikki vórðu vald á løgtingsvalinum. Teirra uppgávu verður at luttaka í lóggevandi arbeiðinum hjá løgtinginum og halda eftirlit við landsstýrinum. Fyri níggju teirra merkir tað, at tey halda eftirlit við teirra egnu, og um so er, at tey atkvøða móti samgonguni, so seta tey sín egna sess í vanda.
Aftrat teimum kemur so Joen Magnus Rasmussen, ið í gjár tók sæti á løgtingi, tí Annika Olsen tók farloyvi. Harvið er ein triðingur í løtuni varafólk. Joen Magnus er tó helst einans inni í eitt avmarkað tíðarskeið og er ikki at meta sum fastur varamaður.