? Eg eri als ikki vónbrotin av, at eg ikki varð vald til ársins ítróttarfólk. Sjálvandi vilja øll vinna, men tað er bara ein vinnari millum tey fimm, sum vórðu innstillað til heiðurslønina, sigur 16 ára gamla Heidi Andreasen av Eiði.
Hon hevur síðan sunnudagin verið í franska greivadøminum Monaco, har hon luttók á Laureus World Sports Awards. Við Heidi í Monaco var venjari hennara Katrin Johansen.
? Bara tað at vera millum fimm tey fremstu, sum vórðu innstillað, er nóg mikið fyri meg, sigur ein spent Heidi Andreasen, tá vit høvdu hana í telefonini av Monte Carlo Grand Hotel.
Ársins ítróttarfólk við breki gjørdist Ester Vergeer úr Hollandi. Hon situr í koyristóli og hevur gjørt vart við seg innan tennis, og hon spælir eisini hon kurvabólt á hollendska landsliðnum. Ester Vergeer er 35 ára gomul, og hon er eisini kosin ársins ítróttarfólk við breki í Hollandi. Hini fýra, sum vóru við í kappingini, fingu ikki at vita, hvar í røðini tey vóru.
Uppliving fyri lívið
Heidi Andreasen sigur, at henda ferðin í Monaco hevur verið ein stór uppliving, sum hon altíð fer at minnast.
? Hetta hevur verið ein uppliving fyri lívið, og eg eri glað fyri, at eg fekk møguleikan til at vera við. Eg havi ongantíð upplivað nakað so stórt og flott, sigur Heidi um karmarnar kring tiltakið, og hon hevur møtt nógvum kendum fólki í Monaco.
Hóast hon ikki vann, hevur Heidi fingið blóð á tonna og nýtt sjálvsálit at halda fram við svimjingini.
? Eg fari at gera enn meira við svimjingina í framtíðini. Nú havi eg júst havt skaða, so eg havi ikki vant serliga nógv seinastu mánaðirnar, men hetta fer at hjálpa mær at koma fyri meg aftur, sigur Heidi.
Spurd um hon hevur vónir um at verða innstillað aftur til Laureus virðislønina, svarar hon:
? Tað er ilt at siga, um eg fái henda møguleikan aftur. Tað eru so nógv ítróttarfólk um boðið, og bara fimm sleppa framat. Eg fari eisini at nýta hetta høvið at takka øllum teimum, sum hava stuðla mær úr Føroyum, sigur Heidi.
Tað einasta, sum hon hevði at fílast á eftir túrin í Monaco, var, at eingin á hennara aldri var har. Hóast hon royndi at hyggja eftir javnaldrum, fann hon ongan. Øll, sum vóru við á tiltakinum vóru tjúgu ár og eldri.
Annars fekk Heidi mynd av sær og eitt nú kendu tennisstjørnuni Boris Becker og supermodellini Heidi Klum. Tað var tó gerandiskostur hjá Heidi og Katrin av møta onkrum kendum. Hon greiðir eisini frá, at tær sigldu í Miðjarðarhavinum við einum marglætisbáti hjá einum millióningi.
Men samrøðan hjá okkum endar, tí júst tá koma tænarar á hotellinum við morgunmati upp á kamarið. Borðið verður trillað inn á kamarið, og tær fáa bert tað, sum tær hava biðið um frammanundan. Og alt er ókeypis sjálvandi.