Ein útlendingur aftrat í Klaksvík

Talan er um spælara, sum er førur fyri at røkja øll plássini í vinstraborði

Flytingarvindeygað er afturlatið, og tað er greitt, at KÍ hevur skrivað sáttmála við ein útlendskan spælara aftrat. KÍ venjarin Magne Hoseth váttar hetta fyri Televarpinum í dag. Bolt.fo skrivaði søguna í gjár, og nú seint seinnapartin skrivar KÍ søguna á heimasíðu síni. Sum tað skilst verður tað nú arbeitt við at fáa loyvini upp á pláss.

 

Talan er um 20 ára gamlan spælara, ið er ættaður úr Ghana. Hann eitur Latif Issah Ahmed og sigst vera førur fyri at røkja øll plássini í vinstru. Hjá KÍ hevur Patrick Da Silva síðani í fjør verið fastur maður á vongverjanum í vinstru. Í fjør var hann sera eyðsýndur, og bæði í stórsteypadystinum ímóti NSÍ og í fyrsta landskappingardystinum, sum var ímóti TB, var hann rættiliga eyðsýndur.

 

Í framrættaða partinum í vinstru hevur tað ikki verið so upplagt, hvør einstakur  spælari fer at røkja ta ódnina. Ein av teimum, sum í fjør var í tí plássinum, var Jóannes Bjartalíð, sum nú er í norskum fótbólti.

 

Ghanesiski spælarin hevur ongantíð áður roynt seg í europeiskum fótbólti. Í fjør var hann og royndarvandi í Viking í Stavanger, og tað er væl hugsandi, at tað er tann vegin, at norski KÍ venjarin hevur fingið samband við hann.

 

Í 7-1 heimasigrinum hjá KÍ ímóti TB vóru fimm útlendskir spælarar á vøllinum. Talan var um norska málverjan Markus Olsen Pettersen, norska miðvallaran Luc Kassi, norska álopsspælaran Sivert Gussiås, danska vongverjan Patrick da Silva og danska framrættaða Claes Philip Kronberg.

 

Aðrir útlendskir spælarar í KÍ eru serbiski miðvallarin og verjuspælarin Deni Pavlovic og so norski miðverjin Vegard Forren, sum var leikbannaður ímóti TB, tí hann í stórsteypadystinum ímóti Víkingi sá reyða kortið.

 

KÍ fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti B68.