Árbók
Talan er sjálvandi um árbókina, fótbóltur ?02 sum forlagið ítróttarbøkur hevur latið úr hendi.
Hetta er 11. árið á rað, at fótbóltsárbókin verður givin út, og bara tað í sjálvum sær borgar fyri góðskuni í henni, tí her heima eru traditiónirnar við slíkum útgávum ikki tær heilt stóru.
Og sær sjálvum so lík, so er bókin aftur hesa ferð vaksin í vavi. 184 síður er bókin til støddar hesaferð, og nógv tann størsti parturin av hesum er sum vant sett av til kappingina í fyrstu deild hjá monnum.
Men tað merkir so ikki, at rúmd ikki fyri øðrum enn bestu mansdeildini. Umførða er sjálvandi eisini av kappingini hjá kvinnunum og teirri í aðru deild, umframt at landslið - frá A-landsliðnum og niðureftir ? eisini fáa sín part. Knappliga 200 myndir eru eisini í bókini umframt at hagtølini eisini hava sín sjálvsagda part.
Tað eru teir tríggir, Finnur Helmsdal, Jóannes Hansen og Ivan Eginsson, sum hava skrivað og lagt tilfarið til rættis. Hestprent hevur síðan staðið fyri uppseting, prenttilgerð og prenting.