Ein viti á vinstravongi

Oddagrein:

Við deyða Edward Kennedys er ein viti á amerikanska politiska vinstravonginum slóknaður. Hetta skal ikki skiljast sum, at Edward Kenneydy var ein víðgongdur vinstrahallur í okkara merking, men í amerikanskum politiskum høpi var hann við sínum liberalu og humanistisku sjónarmiðjum oddamaðurin á vinstravonginum í Senatinum, har hann hevði verið limur í meira enn 45 ár.

 

Edward Kennedy royndi at gerast forsetavalevni, men henda roynd miseydnaðist, tá ið demokratiski flokkurin valdi Jimmy Carter fram um Ted, sum hann vanliga varð róptur. Tá vónin um at gerast forsetavalevni var brostin, legði Ted Kennedy alla sína orku í at fremja síni liberalu sjónarmið í senatinum. Hann stríddist fyri betri sosialum korum hjá børnum og teimum fátøku. Hann var ímóti álopinum á Irak, og eftirtíðin kom at vísa, at hann fekk rætt í sínum spádomum, um hvussu henda herferð fór at enda. Við síni sterku og kompromisleysu støðu í eitt nú spurningum um innlendis vápnalóggávuna og í etiskum spurningum fekk hann nógvar fíggindar á uttasta amerikanska høgravonginum.

 

Hóast sterk vinstravend sjónarmið, sum í USA vanliga verða nevnd liberal sjónarmið, var Edward Kennedy oftast tann, sum megnaði at sameina tey mongu ymisku sjónarmiðini í Senatinum. Hann fekk eina heilt serstaka støðu í amerikanska lóggávutinginum og hevði meira enn nakar annar einstakur senatorur ómetaliga stóra ávirkan á lóggávuna. Hetta megnaði hann, hóast hann í nógvum og stórum málum var langt frá teimum sterku konservativu kreftunum í amerikanska lóggávutinginum. Hann átti framúrskarandi gávur at finna semjur og at vinna sjálvt teir mest konservativu senatorar fyri eini góðari søk. Hann gjørdist soleiðis sjálv ímyndin uppá tað góða stríðið, og tað var tí sjálvsagt, at hann av fullum huga stuðlaði Obama frá fyrsta degi. Obama umboðaði tað Amerika, sum Kennedy so fegin vildi lata teimum uppvaksandi ættarliðum - eitt USA, har øllu høvdu somu rættindi og somu møguleigar uttan mun til mentan, búskaparlig kor, lit, kyn, trúgv ella etniskan uppruna annars.

 

Uttanríkispolitiskt hevði hann mangan eina serstøðu, sum var fjart frá tí, sum meirilutin stóð fyri. Hann gjørdist tíðliga harður mótstøðumaður av apartheid í Suðurafrika og stríddist fyri at fáa USA at gerast meira virkið í stríðnum móti hesi órættvísu samfelagsskipan. Hann fanst harðliga at uttanríkispolitisku kósini hjá Georg W. Bush, sum hann metti skaðiliga og sum fór at elva til, at USA fór at gerast alt meira isolerað. Edward Kennedy fekk rætt í sínum uttanríkispolitisku metingum og situr Obama nú við upptakinum eftir Bush í einum heimi, har USA hevur størri uttanríksipolitiskar trupulleikar enn nakantíð áður í søgu landsins.

 

Við deyða Edward Kennedys er komið stórt lið á demokratiska garðin í amerikanskum politikki. Hann hevði størri jaliga ávirkan á politikkin enn nakar annar einstaklingur og hann verður djúpt saknaður av øllum teimum, sum ynskja, at USA skal gerast til eitt vælferðarsamfelag og annars átaka sær alheimsleiklutin sum verji fyri umhvørvi, mannarættindum og fólkaræði.