Einans fýra fólk í landsstýrinum

Í dag sita einans fýra fólk í landsstýrinum. Løgmaður Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl, vinnu- og fiskimálaráðharri, Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.

Løgmaður loysti í gjár Aksel V. Johannesen úr starvi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hetta var gjørt, tí annars var ivasamt, um hann slapp at møta í løgtinginum í næstu viku. Løgtingsmaður, sum fer í farloyvi, skal hava farloyvi í minst eina viku. Um so var, at Aksel V. Johannesen var landsstýrismaður, tá tingfundurin varð settur í morgun, so mátti næsta fólk á listanum hjá Javnaðarflokkinum møta. Tað er Helena Dam á Neystabø. Men hon er eisini landsstýrisfólk, so hon hevði heldur ikki sloppið at møtt, og tí høvdu boð verið eftir Kristoffur Gaardlykke, sum er næstur á listanum. Men hann hevði so verið sitandi í næstu viku eisini, sjálvt um Aksel V. Johannesen hevði farið frá sum landsstýrismaður mánadagin. Sostætt hevði Javnaðarflokkurin verið uttan formann fyrstu vikuni.

– Men eg vil leggja dent á, at hetta hevur einki við pengar at gera, sigur Aksel V. Johannesen. Hann er løgtingsmaður og fær løn sum løgtingsmaður nú. Næstu seks mánaðirnar fær hann eisini løn sum landsstýrismaður, og hetta hevði ikki verið øðrvísi, um hann fór frá sum landsstýrismaður fyri vikuskiftið heldur enn eftir vikuskiftið, sigur hann.

Helena Dam á Neystabø kundi havt tikið sæti á tingi aftur fyri tingfundin í dag, so hon tekniskt sæð var tingfólk og tí fingið tingmannaløn og landsstýrismannaløn næstu ávikavist tríggjar og seks mánaðirnar. Men tað hevur hon ikki gjørt. Hon fær tí ikki eftirløn sum løgtingskvinna, men eftirløn sum landsstýriskvinna næstu seks mánaðirnar.

Hetta er helst fyrstu ferð síðani 1970, at vit hava havt eitt landsstýrið mannað við fýra fólkum, hóast tað eftir øllum at døma bert verður hetta vikuskiftið.

Hóast løgmaður týðuliga hevur boðað frá, at hann ætlaði at fækka aðalráðini niður í seks, so hevur tað ikki eydnast honum. Politiski veruleikin eftir valið plagar at vera ein annar, enn politisku ætlanirnar fyri valið. Og soleiðis fer løgmaður mánadagin at gera eitt »double-up«, tá hann tvífaldar talið á landstýrisfólkum.

Í veruleikanum er ikki talan um tvífalding. Men sammeta vit við landsstýrið, sum hevur sitið seinasta hálva árið, so økir løgmaður talið á landsstýrisfólkum við 33 prosentum úr seks upp í átta.