Í sambandi við, at Einar’s Distillery hátíðarheldur 10 ára stovningardag, kemur Føroya Bjór við eini serligari útgávu av Einar’s Single Malt Whisky. Nýggja whiskyútgávan kemur á marknaðin beint undan ólavsøku, hósdagin 23. juli 2026.
Toymið handan Einar’s Distillery hevur í longri tíð arbeitt við serútgávuni, sum er tappað við einum rúsdrekkastyrki á 56 prosentum.
Whiskyið hevur lagrað á trimum ymiskum sløgum av føtum: bourbonføtum, Oloroso-sherryføtum og donskum eikiføtum. Hetta gevur whiskyið ein serstakan og djúpan smakk við fjølbroyttum smakkinotum.
Millum eyðkendu smakkinoturnar eru tropiskar fruktir og lakress, umframt ein farri av saltráka, sum gevur whiskyið sín egna serstaka dám.
Ólavsøkuútgávan hevur longu fingið góð skotsmál frá serfrøðingum.
Talan er um eina avmarkaða útgávu, sum verður til keyps frá í morgin, 23. juli 2026, í Rúsdrekkasølu Landsins, á Vága Floghavn og umborð á Norrønu.











