Gunnar Vatnhamar var týskvøldið í verjuni hjá Víkingi Reykjavík í 76 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í dysti í øðrum undanumfarinum í Champions League vunnu flottan 2-1 heimasigur á Víkingavøllinum á ísraelsku meistarunum, Hapoel Be'er Sheva.
Stóra hetjan hjá Víkingi Reykjavík var danski málrevurin, Nikolaj Hansen, ið skoraði bæði málini hjá heimaliðnum. Bæði úr stuttari fjarstøðu, og við góðum máltevi.
Hapoel Be'er Sheva javnaði til 1-1 aftaná eitt verjumistak. Lukkutíð fyri Víking fekk ísraelska liðið eitt annað mál kolldømt av VAR.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Returdysturin verður leiktur ólavsøkukvøld klokkan 18.30.











